Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna.
Hann er 46 ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Haraftrat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina.
- Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu-og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla. Hann hevur arbeitt sum pedagogur síðan 1996.
Árini 2008 til 2013 var hann leiðari av bústaðnum Rásini, sum er fyri ung við menningartarni. Seinastu fimm árini hevur hann verið leiðari á frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, sum leggur dent á rørslu av ymiskum slagi.
Morten Hust Petersen byrjar í starvinum sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna hin 1. september 2021.