Nýggjársmøtir á snikkaraverkstaði

Eins og undanfarin ár eru møtir um vikuskiftið á snikkaraverkstaðnum hjá Buli á Signabø.

Eins og undanfarin ár eru møtir um vikuskiftið á snikkaraverkstaðnum hjá Buli á Signabø.

 

Møtini byrja fríggjakvøldið - tað er í kvøld - klokkan 20. Talarar eru Poul Færø, Arne Simonsen, John í Skemmuni og Jákup N. Olsen.

 

Í kvøld luttekur Kvartett úr Ebenezer við sangi. Leygarkvøldið klokkan 20 luttekur Kvartettin í Betesda, og sunnukvøldið klokkan 19 syngur Manskórið úr Ebenezer.

 

Aftur í ár verður barnamøti leygardagin klokkan 17 við Siri Hjørleifsdóttir og øðrum.