Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í
vísindatíðarritinum Ocean Science. Tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur
sjógvur úr Atlantshavi inn í tey køldu høvini eystan og norðan fyri
okkum. Hesin heiti “Atlantssjógvur” ber nógvan varma við sær og hevur
ómetaliga stóran týdning fyri umstøðurnar hjá øllum livandi á
føroyska landgrunninum og í Norskahavinum. Havstovan hevur tí í meiri
enn 30 ár gjørt regluligar kanningar av hesum ráki.
Ritgerðin hevur trý høvuðsúrslit
Úrslit 1: Nýggjastu satelittmátingarnar eru álítandi.
Satelittmátingarnar vísa, hvussu vatnskorpan hellur ymsastaðni kring okkum, og hvussu hallið broytist frá degi til dags. Eftir vanligari teori eigur hetta at siga okkum, hvussu streymurin í vatnskorpuni broytist. Tær nógvu streymmátingarnar, vit hava gjørt eftir Norðurskurðinum, kunnu samanberast við satelittmátingarnar, og upprunaliga riggaði samanberingin ikki so væl. Í december 2021 kom Copernicus tó við eini nýggjari útgávu, har allar mátingarnar síðan 1993 vórðu roknaðar umaftur, og hesi nýggju tølini samsvara sera væl við okkara mátingar. Tað ger samstundis, at vit kunnu brúka satelittmátingarnar eisini aðrastaðni og onnur tíðarskeið, har vit ikki sjálvi hava mátingar.
Úrslit 2: Heita rákið tvørtur um Íslandsryggin útgreinað.
Íslandsryggurin er sera breiður, og ikki hevur verið greitt, hvussu og hvar Atlantssjógvurin fer tvørtur um ryggin. Við at samanbera okkara egnu streymmátingar við satelittmátingarnar og aðrar kanningar sæst, at rákið er í tveimum sundurskildum greinum. Íslendska greinin er smøl og liggur yvir íslendsku hellingini. Hon eigur helst minni enn ein fjórðing av samlaða rákinum. Restin kemur í føroysku greinini, sum er væl breiðari.
Úrslit 3: Heita rákið er ikki viknað síðan 1993.
Rákið av heitum Atlantssjógvi norðan fyri Føroyar er partur av eini størri streymskipan, sum røkkur um alt Atlantshavið, nevnd AMOC (Atlantic Meridional Overturning Circulation). Mett verður, at globala upphitingin fer at fáa AMOC at vikna. Um hetta hevði rakt okkara part av AMOC, hevði minkandi rákið av heitum sjógvi fingið stórar avleiðingar fyri okkara havøki. Enn ber ikki til at siga við vissu, um so verður seinni í hesi øldini. Men enn tykist rákið í øllum førum ikki at vera viknað her hjá okkum. Við at samantvinna okkara egnu mátingar við satelittmátingarnar kunnu vit rokna út, hvussu nógvur Atlantssjógvur ferðaðist gjøgnum Norðurskurðin hvønn mánað frá januar 1993 til december 2021. Í miðal ferðast beint undir 4 milliónir rúmmetrar (m3) av heitum Atlantssjógvi gjøgnum Norðurskurðin hvørt sekund, og hetta talið er ikki minkað; heldur tvørturímóti.
Kelda: www.hav.fo