Í sambandi við, at skoytubreytin verður sett upp í gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn hevur Tórshavnar kommuna gjørt nakrar nýggjar parkeringsbásar fram við Tinghúsvøllinum niðan ímóti kioskini hjá Astu.
Ætlanin var, at skoytubreytin skuldi lata upp leygardagin, beint eftir, at jólatræið varð tendrað. Men lýggja veðrið darvaði hesum, siga tey av býráðnum.
Hetta er sætta árið, at skoytubreytin er opin um árskiftið.
Køliskipanin er gomul og slitin, men hildið verður, at hon klárar ein vetur aftrat.
Býráðið samtykti á næstsíðsta býráðsfundi einmælt at játta 300 túsund krónur til endamálið.