Nógv verður at fara til í høvuðsstaðnum á mentanarnáttini. Her verða framsýningar og tiltøk av ymiskum slagi.
Í Dr. Jacobsensgøtu 15 letur Listagluggin upp nýggja framsýning mentanarnáttina klokkan 17 við kendum listafólkum.
Við á framsýningini eru málningar eftir eitt nú Torbjørn Olsen, Bárð Jákupsson, Eyðun av Reyni, Zacharias Heinesen, Kára Svensson og Astri Luihn.
Høvið verður at skoða framsýningina allan juni mánað.










