Hóast Daniel Udsen er fegin um, at tað loksins eydnaðist Føroyum at fáa stig aftur, iðrar hann seg um, at tað ikki bleiv til ein sigur.
- Eg haldi av røttum, at vit kunnu loyva okkum at vera vónbrotin um, at vit ikki vunnu, tí tað høvdu vit uppiborið, sigur Daniel Udsen, sum byrjaði inni og spældi á høgra vongi.
- Hetta var harmiligt, men vit vístu góðar taktir, so tað sær gott út undan dystinum í móti Eysturríki týsdagin, sigur Udsen millum annað um javnleikin móti Kasakstan í kvøld í samrøðu, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.