Eg havi onki problem við teimum, ið halda tað vera eitt problem at drekka og koyra. Eg haldi jú sjálvur tað vera problematiskt at drekka og koyra. Tað er tó orðið “drekka”, eg havi eitt problem við.
Alkoholisma er óivað eitt veruligt og niðurbrótandi fenomen. Fyri tað er alkohol ikki tað. Tó, tað Ráðið fyri Ferðslutrygd umboðar, er hasin slummandi og stokkuti stílurin, har vanligir borgarir í dag verða málaðir sum nakrir skápsperversir drankarir.
Takkað veri sensatiónsmerktum kunningarátøkum betald av okkara felags sparigrísi, eisini kallaður landskassin, verður borgaraskarin lýstur sum ein irrationellur og avnoktandi misnýtari. Almenna elitan hevur onki álit á menniskjaligum relatiónum, men arbeiðir útfrá einum moralskum diktum, ið sigur: ansa tær, misbrúkarin er kanska maður tín, tín órennandi granni ella fast food-etandi kristnilærarin! Slík atgonga realiserar “alkoholismuna” og eggjar til pseudo-terapeutiskt uppíbland vegna óendaligum illgrunasemi. Tað er ikki til at halda út.
“Spyr meg, um eg eri lukkuligur, og eg gevist við at vera tað”, segði erkaliberalisturin J. S. Mill ætlað sum ein framprojekterað heilsan til sálarfrøðingin, størsti fupp-fakbólkur í nýligari vælferðatstatssøgu—og, ikki minst, teirra minni klóka avkom, coacharin.
Sært tú, problemið er ikki so nógv, at elitan ikki veit, hvat vit halda, men at hon skítur á, hvat vit halda. Soleiðis var við heilsu- og trygdarfanatiska tilmælinum, har promillumarkið varð sett úr 0,5 og niður í 0,2.
Tað er nú heilt greitt, at politiska oligarkið, ið stýrir Føroyum, skoðar fólksliga massan sum nøkur praktisk mál í sínum júst uppfunnu tiltøkum. Tey ráðandi síggja okkum ikki longur sum hugsandi politiskir aktørar, hvørs heilar skulu grípast og respekterast, men ein ófatandi og óflýggjaligan løgg, hvørs atburður má coachast. Misantropiska elitan er ikki áhugað í, hvat vit halda, bara tungliga stúrin fyri, hvussu vit bera okkum at.
Politiski klassin elskar sítt politiskt korrekta skrivstovuveldi, sínar miðalklassa-klóku stjórar og deildarleiðarir, hvør fúsari enn annar at skapa innvortis rumbul so at fremja sína egnu netverkandi karrieru og persónsprofil, men hevur ikki hóming av, hvat tess veljarir vilja og hugsa.
Hesin degenererandi mannahugburður, at føroyingar eru nakrir óútrokniligir karikaturhugsandi Oyggjablaðs-lesarir og forfardir Singleliv-hyggjarir, fyllir politiska rákið við tí fylgju, at stovns- og stovuelitan við tess bleytu og prinsipptómu klapparum nú heldur, at hon tilhoyrir eina samfelagsliga yvirrasu, meðan vanligi borgarin og teirra liberalu verjar eru nakrir mongolskir reaktionerar.
Politiski klassin og tess almennu stjórar leggja líka í, hvat tess undirklassi heldur um óliberala vælferðarstatin, um tess leiklut og stødd, valfrælsi, borgararættindi og onnur meginreglulig viðurskifti, eitt nú livifrælsi kontra “vanda”. Elitan er bert áhugað í at regulera tín litinskap og tempra títt innara beist... sosum at koyra við alkoholi í blóðinum, ella hvat tínir illu andar nú kunnu finna uppá eitt forbannað summarkvøld í einum umhvørvis-oyðandi akfari.
Atburðarpolitikkur, hugskotið, at tað er í lagi at koyra undir trøllvaksið fólk fyri at fáa tey at bera seg øðrvísi at við at massera teirra heila við óendaligum átøkum, ár ditt og ár datt!, tilmælum og forboðum, er bygt á fortreytina, at vit ikki eru rationellar verur, men “ting”, ið kunnu endurgerast eftir statsins idealmynd.
Maðurin aftanfyri frælsisstjalandi promillulógina, sjef-formyndarin Sølvi Reinert Hansen, er eitt framúr umboð fyri hesa sjálvkosnu elitu og letur í hold handa ábyrgdarleysa stjóran, ið av onkrari vitleysari grund er farin at halda, at hann umboðar fólkið við øllum tí avbronglaða legitimiteti, ið hartil hoyrir.
Sami Mill segði, “eg vil heldur vera ein ónøgdur Sokrates enn ein nøgdur grísur”. Sera beinrakið, sjálvt um eg hugsi, at tað ivaleyst eru nógv við mær, ið heldur vilja vera ein nøgdur grísur enn ein ónøgdur Sølvi við hansara heilapolitiska psyko-sosiala nonsens, so mislíkandi hesin fyrrverandi stjóri í Ferðslutrygd letst at vera.
Trúliga upplivilsið hjá flest okkara, ið koyra heimeftir við einum mini-svirri, er nevniliga, at ongir trupulleikar stinga seg upp; og at sannlíkindini fyri at verða hapsaður av bláljósunum er væl hægri enn sannlíkindini fyri at enda í einum sjálvgjørdum óhappi. Háfloygdi og innantómi “drekka + koyra = deyði”-boðskapurin í nútímans trygdarpolitikki sampakkar so ikki við veruleikan.
Handan hatta talibanska trýstið á “alkohol-koyring” sum tann fúlasta mannasyndin, ja, kanska líka aftaná islamiska terrorismu, hollendska pedofili og andaligan stuðul til Paul Watson (í hansara vælgrundaða kravi at verja grundliggjandi rættin hjá førleikaríka súgdjórinum at sleppa at halda á at liva), býr ein moraliserandi og uppblástur boðskapur um hvussu hættisligt alkohol er, sum slettis onki hevur við trygd at gera. Tað, at koyra ov skjótt, til dømis, verður fatað sum eitt sindur James Dean-sligt, óargaligt.
At síggja til tykist viðmælið at vera skilagott. Um nøkur mannalív kanska kunnu bjargast við at lækka promillumarkið, hví ikki bara blíva við at lækka tað? Vissuliga, um ein, eg elski, hevði verið dripin av einum dýrandi fullum mogghøvdi, ið veit betur enn at seta seg aftanfyri rattið, hevði eg forlangað báðar armarnar hjá viðkomandi á eitt silvurfat. Men av hesum fylgir ikki, at vit eiga at lækka promillumarkið. Heldur er neyðugt at finna eina javnvág millum váða og frælsi.
Eg meini so við, um tryggleiki er einasti faktorurin, hví tá ikki banna bilistum at drekka alkohol yvirhøvur? Ella lóggeva eina mestaferð á 50 km/t og banna konufólki at eiga lítlar bilar? Ella at ongin undir 25 ella yvir 70 skal sleppa í námind av einum bili? Ella tvinga fólk at sita við fallhjálmi í bilinum? Ella hví ikki bara heilt forbjóða bilum til tess at tekkjast infantilu null-hugsjónini hjá Ferðslutrygd?
Er tað veruliga hetta, vit vilja? Rætt, um fleiri nevar av mannalívum blivu spardir við at lækka markið til 0,2, tá hevði eg framvegis verið ímóti lækkanini, men—um ikki annað—skilt hana betri. Men Sølvasa útvaldu tøl lova ikki tílíka transformatión. Satt at siga, so lova tølini ikki nakað sum helst. Ferðslutrygd hevur ongi tøl. Politiið ongi. Gita? Har eru ongi. Tey eru ikki til.
Men har er sjálvsagt ongin bilførari í Føroyum, ið nakrantíð hevur harmað nakran, tí hann hevur koyrt við eini promillu millum 0,2 og 0,5. Kortini hevði Sølvi ongar moralskar kvalir av at trumfa politikkin ígjøgnum við at rópa út um “trygd”, sjálvt um hann ikki hevur nøkur tøl, ikki nakað, at bakka hann upp við. Men hetta handlar ikki um trygd, heldur javnaðarsliga kontroll-ideologi.
Til heimasíðuna hjá Ferðslutrygd segði Sølvi:
“Tað er órógvandi, at so nógv siga seg hava koyrt bil, tá tey kunnu hava verið ávirkaði. Hinvegin gevur greiði skilnaðurin millum tølini frá Noregi og Svøríki, ið hava 0,2 promillu, og Danmark og Finnland, ið hava 0,5 promillu, enn eina greiða ábending um, at tað var rætt at seta promillumarkið niður á 0,2 á heysti 2009”
“Rætt”? Men Sølvi, har doyði jú ongin, eiheldur kom nakar álvarsliga til skaðis av tí at førarin koyrdi við eini promillu á 0,5 ella undir. So, hvussu tá “rætt”? Har var jú ongin trupulleiki frammanundan, for hundan.
Um Noreg nú hevði betri tøl enn Danmark, tá ið tað kemur til ferðslu og deyða ella álvarsólukkur, tá gloymir Sølvi R. Hansen hent at nevna, at ikki eitt menniskja hevur latið lív í Noreg bara tey seinastu 10 árini av tí at sjafførurin, sum kundi lastast fyri ólukkuna, hevði eina promillu millum 0,2 og 0,5.
At fifflandi prædika, at alkohol-relaterað ferðsluóhapp, við deyða ella álvarsligum meini sum fylgju, eru minkað nakað í ávísum londum vegna einum 0,2-marki, er burturbragd úr aðrari verð.
Fyri tað fyrsta: í nøkrum londum, rætt. Men langt frá øllum. Har eru í minsta lagi eins nógv lond, har hetta ikki er hent, onkustaðni beint tað øvuta (av óforklárandi ávum). Hvussu er og ikki, tá er handa trygdartals-teoriin hjá Sølva so dyggiliga skotin í kav.
Fyri tað næsta, og uppaftur meiri inndragandi: at hóast tað skuldi verið so, at ferðsluóhapp eru lækkandi í nøkrum av teim londum, ið fanatiskt hava introduserað eitt mark á 0,2 ella lægri, tá siga Sølvasa tøl null um, hvørt hesi óhapp skyldaðust, at førarin hevði eina promillu millum 0,2 og 0,5.
Samanber tú “ferðslutølini” í Fraklandi, ið hevur eitt promillumark á 0,2, við tey úr Englandi, ið er 0,5, vísir tað seg, at prosentparturin av øllum alkohol-relateraðum deyða í mun til samlað andlát í ferðsluni er 27,3 upp at 17 í Englandi. Hartil er ferðsludeyði í Fraklandi á leið helmingin hægri enn í Englandi. Forklára tað!
Eitt er tøl og prógv, ið kunnu tillagast og modellerast at passa til tína heilt egnu dagsskrá, men í mun til Ferðslutrygd og aðrar trygdarmaniskar áhugabólkar betaldir av okkum, haldi eg ikki, at tað er tann lóglýdni borgarin, sum fær sær eina veðr fyri hvønn hálvleik í Glitnir, ið er ein vandi fyri seg ella onnur, sum hann trillar heim í song eftir enn ein United-sigur—um nakað, ansi eg betri eftir...
Nei, aðalvandin kemur frá anti-sosiala svaklinginum, ið hevur drukkið fleiri, helst eitt ótal av ølum, og síðani koyrir óvarin heim (hvat Vinnumálaráðið eisini áminniliga viðurkennir í “Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar: 2008 til 2015”). Slíkur persónur ignorerar promillumarkið á 0,5 og skítur á tað á 0,2. Hann hevði hildið á at koyrt svakt óansæð. Men eisini tað skítur Sølvi á, sum hann fyrilitsleyst roynir at koma á mál við sínum sosialistiska einmans-prosjekti: at teppa alt tað frælsi, allan rationalitet og alla sinnisrørslu, ið enn mátti búð í føroyinginum.
Hinvegin, viðmælti kontrollelitan dyggari revsing fyri seriudreparir í ferðsluni, harímillum 10-ára fongsul fyri (tilætlað) manndráp fyri damu, ið drepur eitt hjúnapar við Sandvíkarhjalla í einum totalt óaltruistiskum narkorúsi, hevði eg gleðiliga styðjað elituni—enntá keypt mær ein rennivest.
Har er enn eitt umhugsni: leikluturin hjá løgregluni. Ikki tær at siga hevur lækkaða markið verið klemmað av Jón Klein Olsen, varapolitiinspektøri, tí eitt lægri promillumark heimilar meiri ágangandi løreglueftirliti. (At jagstra hampafólk sum tey venda eini matstovu ryggin við eini promillu á 0,4 er fyri nógvar politistar ivaleyst væl lættari enn at fáast við faktiskan kriminalitet.)
Hjá trøllvaksnum fólki at halda seg til grøna sportssodavatn til ein konfirmatiónsdøgurða ella 90-ára føðingardag í Runavík, tí annars doyggja fólk í ferðsluni ella—eins og barnsliga slagorðið hjá høvuðlætta Sølva R. Hansen sigur—“rúsdrekka og bilkoyring hoyrir ikki saman”, er ein óerlig simplifisering, og konfiskerar tín rætt at verða viðfarin sum eitt vitborið og frælst menniskja. Ein politikkur, eins og Manntal, ið fer við fólki sum eru tey neyt á einum sølutorgi.
Meiri eg hugsi um tað, er hetta helst eitt elitukent uppfinnilsi, Sølvi fekk, sum hann lat seg í onkra litfagra rennidrakt—heldur enn at pakka út á sínum pappírsputlandi kontóri og framt veruligt arbeiði. Eitt tilmæli dúgliga í uppisetri við eftirfarandi prógvum og rationaliteti. Eitt tilmæli grundað á kollektivt niðurringaðu niðurstøðuna, at av tí at sjef-formyndarin hevur tørv á at vera kontrolleraður, hava øll tað.
Nei, rationalitetur er als ikki ein partur av líkningini, heldur ikki her, tá ið talan ístaðin er um sorgar- og kontrollpolitikk, ið heldur hánt um fólks skil og moral við at lurta at lippandi børnum og foreldrum, ið hava mist.
Sjálvandi føli eg fyri teimum, men líka so nógv sum eg geri tað, hati eg teirra sjálvbodna og háarroganta krav uppá eina barnsliga loysn, ið er eitt beinleiðis framhald av missi og sorg.
Tað gongur lúkst ímóti øllum skynsemisanda og tolsemi at partú revsa øll við drakoniskum forboði, tí vit enn “uppliva deyðsólukkur í ferðsluni”. Sum við demoniseraða alkohol-politikkinum í Føroyum annars, gera vit aftur her politikk grundað á lægsta felagsnevnaran. Tað er: at tí at nøkur ikki duga, skulu øll plágast og føla sviðan!
Vit eru forbannað fín, eru vit. Vit tosa upp í saman um hvussu Føroyar skal blíva eitt vitanarsamfelag. Men hvussu skulu vit klára tað, tá ið vit ikki makta vanliga fornuft. Og hvussuleiðis, og á hvørjum øki, vit skulu vera tað, er harumframt dekan selektivt, tá ið vit í heilum skúgva einstaklingin, moralska sjálvsábyrgd og hørð fakta til viks.
At stempla meg sum “drankari í bili”, seti eg meg aftan bilstýrið beint eftir eitt sissandi glas av Beaujolais á veg niðan Hoyvíksvegin millum kl. 7 og 8 um kvøldið triðjahvønn gerandisdag við eini fatalari promillu á 0,3, luktar tí ikki av vitan, men óedrúiligani nógv av fólkaræðisligum frælsisstrippi.