Nú skal tað verða lættari at fáa útlendskar handverkarar úr ES londum til Føroyar at arbeiða.
Tað er endamáli við einum uppskoti, Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt fyri Løgtingið í dag, sjálvan altjóða arbeiðaradagin tann fyrsta mai.
Sum støðan er nú, ber til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, tá ið arbeiðsloysi fer upp um 3,5 prosent í tríggjar mánaðir upp í slag.
Í hesum føri er talan um arbeiðsloysið sum heild og ikki um arbeiðsloysi í ávísum vinnugreinum.
Í Føroyum er arbeiðsloysi eini 4,3 prosent og tað er størst hjá ólærdum. Hinvegin er stórur eftirspurningur eftir lærdari arbeiðsmegi, serliga handverkarum. Harafturat er støðan tann, at nógvir føroyskir handverkarar arbeiða uttanlands, bæði hjá útlendskum og hjá føroyskum fyritøkum.
Johan Dahl staðfestur, at samstundis eru stórar byggiverkætlanir fyri framman, bæði almennar og privatar, og tí er sannlíkt, at tað fer at vera torført at fáa nóg nógvar handverkarar til at gera hesi arbeiði.
Avleiðingin kann verða, at byggiverkætlanir verða seinkaðar, ella at tær ikki verða gjørdar. Tað er eisini sannlíkt, at tær verða munandi dýrari, enn um nóg mikið var til av arbeiðsmegi at gera hesar verkætlanir. Johan Dahl sigur, at vinnuhúsið, metir, at brúk verður fyri einum 150 til 200 handverkarum afturat hesi næstu árini. Tí vil landsstýrismaðurin nú hava Løgtingið at samtykkja, soleiðis at tað skal bera til at fáa útlendskar handverkarar til Føroya, tá ið arbeiðsloysið er undir seks prosent.
Men hetta verður ikki galdandi fyri ólærd arbeiðsfólk.
|










