Nú er arbeiðið at gera ein virknis- og umlættingardepil á Sandi, boðið út. Endamálið við deplinum er at bøta um umstøðurnar hjá børnum og ungum, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á ymsum stuðulstilboðum í dagligdegnum. At talan er um ein virknisdepil, merkir samstundis, at børn út øllum landinum kunnu koma í styttri ella longri tíðarskeið á skeið og ella onnur mennandi tilboð.
Endamálið er somuleiðis at skipa soleiðis fyri, at tilboðini kunnu býtast í virknistilboð, umlætting og kanska eisini kann talan eisini verða um ein vardan bústað í framtíðini. Eisini er ætlanin at skipa eina umlætting, sum hevur til endamál at lætta um hjá foreldrum og sostatt eisini at lætta um í heiminum.
Depilin er í einari hædd og verður 480 fermetrar til støddar og tilboðini verða latin upp seinast í mars. Farast skal undir arbeiðið nú í vár og depilin skal vera liðugur at taka í nýtslu um eitt ár.
|