Nú verður asfalterað í Eiðis kommunu

- Áhugaðir borgarar kunnu eisini fáa asfaltarbeiði gjørt fyri ein góðan prís, siga tey í Eiðis kommunu.

 

 

Sp/f Kreton er nú í Eiðis kommunu og asfalterar vegir í kommununi. 

 

Í hesum sambandi er eisini høvi hjá privatum, sum ynskja at fáa okkurt asfaltarbeiði gjørt, at fáa ein góðan prís fyri asfaltering.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at borgarar eru vælkomnir at venda sær til arbeiðsformannin í kommununi.

 

- Eisini ber til at venda sær til Kreton, verður lagt aftrat.