Eftir fleiri enn 60 dagar og nætur í tunlum undir jørð við lítlum mati, vatni og heilivági kundu nú eitt ávíst tal av ukrainarum, sum hava søkt sær skjól undir stálverkinum, aftur síggja dagsins ljós.
Reuters veit at siga, at umleið 100 sivilfólk nú eru flutt burtur úr velduga stóra stálverkinum, Azovstal í Mariupol, og forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at fleiri sivilfólk nú sleppa burtur haðani.
Sambært útlendskum miðlum er flutningurin av sivilfólki samskipaður av ST saman við Russlandi, Ukraina og Altjóða Reyðakrossi.
- Í dag kundu vit endiliga byrja flutningin av sivilfólki úr Azovstal eftir at hava samráðst í nógvar vikur og arbeitt við ymiskum loysnum til tess at bjaga hesum fólkum, segði forsetin í einari talu, sum varð løgd út á Telegram í dag.
Hann vísti á, at fyri fyrstu ferð hava verið tveir dagar við veruligari vápnahvíld í býnum, soleiðis at flytingin av sivilfólki av verkinum kundi byrja, og nú eru fleiri enn hundrað fólk, kvinnur og børn, sloppin úr Azovstal.
Sambært forsetanum verður tikið ímóti teimum sivilu í ukrainska býnum, Zaporizjzja, mánamorgunin. Býurin, sum er millum teir stóru í Ukraina, er undir ukrainskum valdi og liggur í landsynningspartinum av landinum við Dnipro-ánna.
Altjóða Reyði Krossur váttar í tíðindaskrivi, at nú verða sivilfólk flutt av stálverkinum í samstarvi millum ST og partarnar í stríðnum.
Fylgið, sum hjálpir sivilfólki í Azovstal burtur, byrjaði fríggjadagin sína ferð móti Mariupol, og eftir at hava koyrt 230 kilometrar, vóru tey frammi í Mariupol leygarmorgunin.
- Hetta er ein ógvuliga krevjandi uppgáva. Tí vil Reyði Krossur ikki fara í smálutir um átakið. Tað týdningarmesta nú er tryggleikin hjá teimum sivilu og fylginum, sum hjálpir teimum úr økinum, sigur umboð fyri Reyða Kross.
Í dag segði býarstýrið í Mariupol sambært Reuters, at flutningurin av øðrum sivilfólki í Mariupol enn teimum, sum eru í Azovstal-stálverkinum, er útsettur til í morgin, mánamorgunin.
Higartil í dag er einki sagt um ukrainsku hermenninar, sum framvegis eru á stálverkinum og sum ikki hava viljað givið seg yvir.











