Nú skuldi Jørgen Niclasen tikið tað róligt

Tað bøtir ikki um álitið á hann, at hann hevur stevnt fyri at verða reinsaður í tollmálinum

- Eg haldi framvegis, at Jørgen Niclasen skal fara frá sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er ikki kyrraður, nú Jørgen Niclasen hevur stevnt Kringvarpinum og Portalinum í sambandi við tollmálið.

 

Jenis av Rana var ein av trimum tinglimum í samgonguni, sum atkvøddi fyri uppskotinum um misálit á landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Og hann staðfestir, at hann hevði atvøtt akkurát tað sama í dag, hóast Jørgen Niclasen hevur stevnt.

 

- Eg havi rætt og slætt ikki álit á Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, so einfalt er tað, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at tollmálið er bara eitt av fleiri málum sum hava fingið hann at missa álitið á Jørgen Niclasen.

Men hann vil ikki siga, hvørji hini málini eru!

 

Hinvegin fer Miðflokkurin ikki at krevja, at Jørgen Niclasen fer frá sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

- Miðflokkurin hevur nøkur ávís mál, sum liggja í fremstu røð. Og hvønn landsstýrismann, Fólkaflokkurin hevur, er ikki eitt mál, sum er í fremstu røð hjá Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana.

 

- Ein onnur loysn kundi verið, at Jørgen Niclasen tók ein annan landsstýrissess hjá Fólkaflokkinum, tí sum landsstýrismaður í tollmálum, kann hann ikki verða sitandi.

Formaðurin í Miðflokkinum staðfestir kortini, at hann hevur ikki álit á Jørgen Niclasen, sama hvønn landsstýrissess, hann hevur.

Tey málini, Jenis av Rana sipar til, og sum eru tey fremstu málini hjá Miðflokkinum, eru tey, sum vanliga verður kallað tey etiski málini.

- Tí er støðan í Miðflokkinum heldur ikki tann, at vit siga, at antin fer Jørgen Niclasen, ella fara vit úr samgonguni, sigur floksformaðurin

 

Nógv sterkari støðu

Nú Jørgen Niclasen hevur stevnt, er nógv, sum bendir á, at hann verður sitandi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Jenis av Rana heldur, at Jørgen Niclasen skuldi gjørt øvugt.

 

- Tá ið hann hevur stevnt er tað sálvandi í teirri vón, at hann verður reinsaður. Tí átti hann at tikið seg aftur sum landsstýrismann í fíggjarmálum og farið aftur í Løgtingið at tikið tað róligt, til sakarmálið er avgreitt. Tá hevði hann sitið í eini sterkari støðu, heldur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hann minnir á, at fyri nøkrum árum síðani fór Jørgen Niclasen frá sum landsstýrismaður í uttanríkismálum fyri at leggja størri arbeiðsorku í at vera formaður í Fólkaflokkinum, og hann hevði ikki stundir at røkja bæði størvini.

 

- Nú hevur hann ein landsstýrissess, har hann hevur nógv meiri at gera, og hann kundi brúkt somu grundgeving fyri at sagt seg frá sum landsstýrismann í fíggjarmálum, sum hann brúkti, tá ið hann fór frá sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.       

 

Men nu skulu løgmaður og landsstýrismaðurin tosa um støðuna, og eg vóni, at úrslitið av tí verður, at Jørgen Niclasen sigur seg frá sum landsstýrismann í fíggjarmálum, ella at løgmaður sker ígjøgnum og sigur hann úr starvi.

 

- Tað skuldi verið gjørt fyri fleiri mánaðum síðanum, áðrenn tað kom Løgtingið. Tað hevið verið at rætt politisku skipanini og føroyska samfelagnum eina hjálpandi hond, tí í dag druknar ALT politiskt kjak í hesum eina málinum og um, hvussu lítið álit veljarin hevur á politikarum.

 

- Eg skilji ikki, hvat tað, sum fer fram. Málið endaði í Løgtingið, sum endaði við at

geva Jørgen Niclasen álit. Men nú skilst, at somu tinglimir, sum ikki vildu atkvøða fyri misálitinum, vilja nú hava løgmann at koyra hann frá.

- Tað er óskiljandi, tí vildu tey havt Jørgen Niclasen frá, kundu tey bara havt atkvøtt fyri misálitinum, so var málið avgreitt, sigur Jenis av Rana.