Tað skrivar Tórshavnar kommuna. Fýra forskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Teir eru í Sankta Frans skúla, í Skúlanum á Argjahamri, í Skúlanum á Fløtum og í Lítlaskúla, sum er ein frískúli. Haraftrat er forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og í Kaldbak, tey eru skipað í samstarvi millum dagstovn og skúla.
Eysturskúlin hevur eisini sent umsókn um at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum frá skúlaárinum 2022/23. Søkt verður um ein flokk, men grunddeildin í Eystuskúlanum er tvísporað, so til ber at hava tvey spor, soleiðis at øll tey seks ára gomlu í grundupptøkuøkinum hjá Eysturskúlanum, hava møguleika at fáa pláss í forskúla, um tey ynskja tað.
– Børnini í Eysturskúlanum ganga í frítíðarskúla í Smílibýlinum. Har eru 1. og 2. flokkur í dag, men um forskúli kemur aftrat, er neyðugt at finna hølisloysn, ið rúmar øllum. Arbeitt verður við at finna hølisloysn til frítíðarskúlan, sum verður løgd fyri nevnd í vár, skrivar býráðið.
Trivnaðarnevndin og mentamálanevndin hava einmælt tikið við uppskotinum um at skipa forskúla í Eysturskúlanum, og á býráðsfundi nú hóskvøldið verður málið lagt til endaliga støðutakan. Umsóknin um forskúla í Eysturskúlanum verður síðani latin Uttanríkis- og mentamálaráðnum til endaliga góðkenning.