Nú sær kanska ljósari út hjá skipunum

Fiskiskapurin hjá føroysku uppsjóvarskipunum hevur verið sera vánaligur, men nú sær kanska ljósari út

##med2##

 

Síðani fyrsta august hava føroysku uppsjóvarskipini ikki fingið meiri enn eini 2.000 tons av makreli undir Føroyum og tað er tað sama sum at draga svart. Men nú sær kanska ljósari út, tí tað verður fyrsta dagin, at tað eisini verður loyvt at fiska í norskum sjógvi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við FM1, at hetta er ein fortreyt fyri at tað skal eydnast at fiska kvotuna.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá.