Orð og myndir: Dávur Winther
Í gjár hittust næmingar av Skúlatrøð í Christianskirkjuni til jólaguðstænastuna, sum siður er, seinasta skúladag fyri jól. Eisini vóru HF-næmingar boðnir við. Tá er kirkjan altíð fullsett heilt uppundir loftið og væl verður sungið við.
Marjun Lómaklett var prestur. Eisini var tónleikur á skrá, sum næmingar framførdu og 3. flokkarnir sungu í kór so hjartaliga og væl – alt uttanat. Inngangs- og útgangsbønirnar vórðu lisnar av eldri næmingum.
Tá ið henda jólaguðstænastan hevur verið og tað til seinast verður sungið “Gleðilig jól” so takið hevur hug at lætta sær á – so hart og væl varð sungið har børnini syngja av lívsins kreftur – Ja, tá eru jólini nær.
Hetta er altíð ein fjálg og hugnalig løta – Og munnu tað ikki vera mong, sum hava hesa løtuna í kirkjuni kæra saman við verandi læranum og eisini fráfarnum lærarum, sum hvørji jól trúliga leita aftur í kirkjuna til henda serliga dag, har um 800 glaðar lundir syngja jólini inn?
Gleðilig jól øll somul.