Fleiri enn tríggjar vikur eru farnar, síðani ES nevndini legði fram ætlan sína til sætta pakkan við revsitiltøkum.
Higartil hava ES londini ikki funnið semju um avgerandi partin av pakkanum: at steðga innflutningi av russiskari olju. Men undan eina eyka ES toppfundi í hesi vikuni í Brússel er nú gongd á.
Eitt semingsuppskot kann merkja, at ES londini gevast við at keypa russiska olju, sum er latin við skipum, innan næstu átta mánaðirnar. Hinvegin verður undantak fyri olju, sum kemur við oljuleiðingum. Tað verður góð hjálp hjá Ungarn, sum hevur verið harðast ímóti ov skjótt at gevast við at keypa russiska olju.
Ungarn vísir á, at tey eru øgiliga bundin av russiskar olju gjøgnum rørleiðingar og ikki hava atgongd til havnir, sum kunnu taka ímóti olju frá øðrum londum.
Á veg inn á eyka toppfundin er týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, bjartskygdur fyri at røkka eini avtalu.
– Alt, sum eg hoyri, bendir á, at vit røkka eini semju, sigur Olaf Scholz.
Hann vísir á, at londini arbeiða konstruktivt at røkka á mál við eini avtalu.
/ritzau/