Nú mugu Føroyar fáa eina lóg ímóti yvirgangi

Fólk sum koma til landið við tí í hyggju at bróta okkara lógir, eiga at verða vend í hurðini og send heimaftur fyri egnu rokning

Nú mugu Føroyar fáa eina lóg ímóti yvirgangi.

Tað heldur Hans Jákup Hermansen, limur í Grindamannafelagnum.

Hann hevur verið virkin sum fáur í royndunum at verja okkara grindadráp og at afturvísa tí, umhvørvisfelagsskapir av ymsum slagi føra fram um okkum.

 

- Eg haldi, at løgtingið eigur alt fyri eitt at samtykkja eina lóg ímóti yvirgangi, sigur hann.

Tað er hvørki av ótta fyri Al Queada, ella øðrum tiltiknum yvirgangsfelagsskapum, at hann nú vil hava, at Føroyar fáa eina lóg ímóti yvirgangi.

 

Men hann heldur, at Føroyar eiga at fáa eina yvirgangslóg fyri at verja okkum fyri felagsskapum sum Sea Shepherd, ið hava verið í Føroyum í alt summar.

- Vit eiga at fáa eina yvirgangslóg sum forðar fyri, at fólk og bólkar, sum hótta við at bróta føroyska lóg, yvirhøvur sleppa inn í landið, heldur hann.

- Ein slík góð kann tryggja okkum, at slíkt fólk verða vend á flogvøllinum ella á keiini í Havn og send heimaftur, haðani tey komu - fyri egna rokning.

 

Hann sipar til, at Sea Shepherd hevur fleiri ferðir boðað frá, at verður grind í Føroyum ímeðan tey eru her, fara tey at gera tað, sum er neyðugt fyri at forða fyri tí.

Tað tulka vanlig fólk sum um, at tey eru til reiðar at bróta føroyska lóg við at leggja upp í eitt lógligt grindadráp.

- Fólk, sum beinleiðis siga at tey ætla at bróta okkara lógir, eiga ikki at sleppa inn í landið, heldur hann.

Nevndarlimurin í Grindamannafelagnum vísir á, at onnur lond hava eina lóg sum forðar fólki, sum vilja ilt, at sleppa inn í landið og tað eiga føroyingar eisini at fáa.

Hans Jákup Hermansen ásannar at nú er so nógv útliðið, at í ár gerst einki.

Men tað er væl hugsandi at tey koma aftur og tá eiga vit at vera betri fyrireikað, eisini hvat lógarverkinum viðvíkur.

Tá ið tú skalt inn í onnur lond a ferðast, skalt tú mangan útfylla eitt oyðiblað, har tú skalt greiða frá endamálinum við ferðini.

Ein spurningur kundi eisini verið um tey vátta, at tey vilja halda landsins lógir.

- Tí eiga vit at fáa eina slíka lóg í Føroyum, tí sum støðan er nú, standa vit eitt sindur hjálparleysur, sigur Hans Jákup Hermansen.

 

Eitt er at fólkið kemur til landið, men vit eiga at vera serliga varin við at lata tey koma higar við útgerð, serliga bátum.

- Vit ansa væl eftir ikki at draga smittu til Føroya. Hvar hava bátarnir verið, áðrenn teir komu higar og kunnu teir føra smittu við sær til Føroyar, eitt nú til alibrúkini?  

- Tað er ein spurningur, vit eiga at taka í álvara, heldur Hans Jákup Hermansen.