Talan er um alla yrkislist, sum kann framførast úti í forskúlum og skúlum kring alt landið: Orð, bókmentir, pallist, tónleik, byggilist, dans, installations-list, ljóslist og ljóðlist, filmslist, video, nýcirkus, clowning, keipuleik, myndlist, foto – umframt allar aðrar greinar, hjágreinar og tvørgreinar av list. Umframt listavitjanir við framførslum og verkstovur sum eru ein dag, er eisini møguligt at fáa vitjan av einum listafólki í fleiri umførum og harvið koma næmingarnir eitt sindur tættari at listini og tí skapandi tilgongdini.
##med2##
Umsóknarrundan fyri skúlaárið 2024-25 opin
Listafólk úr Føroyum og útheiminum hava møguleika at søkja Listaleypin fram til 15. januar 2024. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur síðani út, hvørji tilboð verða boðin skúlunum, tá skúlaárið byrjar. Umleið 15 verkætlanir verða valdar og hvør einstaka av hesum vitjar millum 5 til 10 skúlar kring landið. Oftani verður ein verkstova knýtt at framførsluni, soleiðis at næmingarnir sjálvir sleppa at royna seg í hesi listagrein. Dentur verður lagdur á at røkka ymsum aldursbólkum og at spjaða listavitjaninar um alt landið, umframt at tilboðini eru fjølbroytt. Tær vitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin bjóðar, eru ókeypis hjá skúlum í luttakandi kommununum. Norðurlandahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og kommunurnar bera allan kostnaðin. Tá skúlaárið byrjar fáa allir skúlar í Føroyum ein faldara við ársins tilboðum.
Søkjast kann á www.listaleypurin.fo.
##med3##
##med4##
Umsóknarfreistin er 15. januar 2024.
Listaleypavitjanin SWAY við Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen, sum bjóðaðu næmingunum til eina interaktiva a capella jazzframførslu, ið tekur børnini við inn í jazzin gjøgnum kend barnaløg.
##med5##