Einaferð varð tosað um, at tá helmingurin av fólkinum varð koppsett, so høvdu vit fingið floksimmunitet.
Tað vísti seg ikki at ganga júst sum prestur prædikaði, og eftir at omikromfrábrigdið kom, broyttist alt.
Nú hava 24.360 fólk í Føroyum havt koronu.
Seinasta uppgerðin vísir, at vit eru 53.686 fólk í Føroyum. Tað merkir, at 45,4 prosent av fólkinum í Føroyum hava verið smittað við koronu.
Eftir at tilmælini um kanning og sóttarhald vórðu broytt um mánaðarskiftið, eru tey alsamt færri, sum hava latið seg kannað fyri koronu.
Í gjár vóru tey 779, og av teimum vóru 354 smittað, ella tað sama sum 45,4 prosent.
Miðal smittutalið um dagin seinastu sjey dagarnar er nú 675.