Nú eru vit 37 prosent uppi í reyða feltinum

Smittutølini við koronu hava verið øgilig seinast dagarnar.

 

Seinastu fýra dagarnar hevur talið av smittaðum um dagin verið ímillum 106 og 216, sum var í gjár, og sum samstundis var met.

Hóast vit settu met við smittaðum í tølunum í gjár, so var tað kortini ikki met í smittutrýsti. Tí í gjár var smittutrýstið 7,02 prosent.

Týsdagin var smittutrýstið 7,52 prosent. Tann dagin vóru 106 smittað. Munurin er, at týsdagin vóru 2.394 fólk kannað. Í gjár var talið av kannaðum 3.078.

Men nú eru vit farin langt upp um markið, sum landsstýrið 9. desember setti sum markið, tá vit fara frá gulum til reytt, sum millum annað merkir, at bara 10 fólk kunnu savnast, at øll, sum kunnu, skulu arbeiða heima, at skúlar steingja og hava fjarundirvísing og so framvegis.

 

##med2##

Markið fyri at fara um reyða markið var, tá í miðal 75 fólk eru staðfest smittað um dagin seinastu vikuna. Hetta talið er nú 103 í miðal um dagin. Tað merkir, at vit eru farin 37 prosent upp um markið. Vit fóru upp um markið týsdagin, tá talið var 78. Mikudagin var tað 81, og hóast tað nú er 103, so verða strangaru tilmælini ikki sett í verk.

Orsøkin til tað er, at hóast nógva trýstið, so er heilsuverkið ikki komið undir trýst, og enn er heldur ikki trýst á týdningarmiklum tænastum, »vitalum funktiónum«, sum formaðurin í farsóttarnevndini, Michael Boolsen, málbar seg á tíðindafundinum í gjár.

 

Soleiðis sær ferðsluljós-skipanin hjá landsstýrinum út