Nú er H71 greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Hægstu oddsini uppá sigur til H71 í seinna dystinum móti SC Ferlach í kvøld eru 1,47

H71-kvinnurnar vunnu sær eitt framúr gott útgangsstøðið við einum sannførandi 30-23 sigri á SC Ferlach í fyrra Europa Cup dystinum niðri í Eysturríki.

 

H71-SC Ferlach 30-23 (16-12)

 

H71: Marita Mortensen 7, Jana Mittún 6, Guðrið Bogadóttir á Borg 4, Anna Eliasbeth Halsdóttir Weyhe 3, Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen 3, Elsa Egholm 2, Lukka Arge 1, Brynhild Pálsdóttir 1

 

SC Ferlach: Anna-Maria Kavalar 8, Dorotea Prevendar 5, Luna Voncina 3, Anna-Maria Wutte, Petra Fister 2, Lena Ljubic 1

 

HER ber til at lesa dystarfrásøgn hjá h71.fo.

 

Í kvøld spæla liðini seinna dystin. SC Ferlach má vinna dystin við átta málum, ella við einum sjeymálssigri, ið hevur færri mál enn 30-23 (29-22, 28-21 o.l.) fyri at vinna samlað á H71.

 

Ígjár vístu oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum, at talan fór at vera um ein javnan dyst, men tað gjørdu hoyvíkskvinnur væl og virðiliga til skammar.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds til seinna dystin í kvøld eru rættiliga hamskiftar við H71. Nú hava veddingarfyritøkurnar H71 sum greiðan favoritt til at vinna seinna dystin, ið byrjar í kvøld klokkan 18. 

 

Í hesum høpinum er talan bara um sjálvt úrslitið av seinna dystinum, ikki samlaða úrslitið aftaná báðar dystirnar.

 

Oddsini uppá sigur til H71 liggja millum 1,36 og 1,47.

 

Oddsini uppá sigur til SC Ferlach liggja millum 3,15 og 3,80.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 9,50 og 11,00.

 

Til ber at síggja H71-kvinnurnar á live.hsf.fo.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##