– Fólkaflokkurin rennur ikki undan Hoyvíkssáttmálanum, sum Poul Michelsen eisini atkvøddi fyri á – sinni, sigur Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum.
Bjarni Djurholm vil ikki hava sitandi á sær, at Fólkaflokkurin rennur undan ábyrgd, so sum Poul Michelsen úr Framsókn vil vera við.
– Nú er formaðurin í Framsókn á portalunum, har hann ger burturav sær, tí nú er tað Fólkaflokkurin, sum er orsøkin til, at íslendingar ikki virka sambært Hoyvíkssáttmálanum? Nú man panikkur vera komin í. Fólkaflokkurin rennur ikki undan Hoyvíkssáttmálanum, sum formaðurin í Framsókn eisini atkvøddi fyri á sinni. Tá sat hann á fjórða ári av umleið seks árum sum varamaður fyri undirrtaða á Løgtingi, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir á, at tað at tey í Fólkaflokkinum eru ivasom um gongdina, er ikki annað enn nátúrligt, tá tey upp í saman staðfesta, at sáttmálaviðurskiftini við íslendskar myndugleikar halta.
– Tí gera vit vart við okkum. Ikki fyri at skaða viðurskiftini í samhandlinum við Ísland, men fyri at gagna føroyskari útflutningsvinnu. Tað kann eingin hava nakað ímóti, ella hvussu, spyr hann.
Hann sigur víðari, at tað at Framsókn ikki fekk eitt hissini uppskot ígjøgnum á tingi í fjør, hevur einki við gerandisveruleikan at gera.
– Longri er tann søgan ikki, sum annars minnir mest um eina aftursøkn, sigur hann.