- Føroyska ferðavinnan er á rættari kós, sigur Anders Stenbakken, stjóri í Visit Greenland og formaður í NATA.
Anders Stenbakken leggur dent á, at ein má vita, hvat tað er, ein ynskir at selja.
- Fyrr hevur tað verið eitt sindur ógreitt, hvat Føroyar høvdu at bjóða. Har er ein týðilig broyting hend seinastu árini, sigur hann. Tað er nógv greiðari nú, hvat Føroyar hava at bjóða, enn tað nakrantíð fyrr hevur verið, í øllum førum so leingi, eg havi starvast innan ferðavinnuna, sigur hann.
- Nú hevur Visit Faroe Islands givið produktinum eina klára rødd, og tað er heilt greitt, hvat ein kann uppliva, um ein vitjar Føroyar, sigur hann.
Anders Stenbakken heldur, at nýggja lýsingarátakið og nýggi filmurin eru avbera góðir.
- Lýsingarátakið við un-orðunum rakar plett. Ferðafólk í dag leita eftir nýggjum upplivingum, okkurt, sum onnur ikki hava roynt, sum ikki er at finna aðrastaðni. Orð sum unexplored, untamed, untraveled, raka bullseye í so máta, heldur hann.
- Filmurin vísir eisini eina ráa mynd av Føroyum. Sjálvandi talar hann ikki til øll, men Føroyar eru heldur ikki fyri øll. Eingin kemur til útnorður fyri at sóla sær. Filmurin talar tó heilt vist til teirra, sum ynskja ta ráu, autentisku upplivingina, sum Føroyar, hava at bjóða.
- Tað, sum verður áhugavert at síggja nú, er hvussu ofta filmurin verður deildur uttan fyri Føroyar, men enn áhugaverdari, og allarhelst týdningarmiklari, hvussu nógvar ferðaskrivstovur taka filmin til sín og nýta hann í síni marknaðarføring. Eitt er at fólk síggja filmin, meðan tey sita og spilla tíðina á Facebook, men hann hevur hvaðna meiri virði, um fólk síggja hann, meðan tey leita eftir teirra næsta ferðamáli, sigur Anders Stenbakken, stjóri í Visit Greenland.
- Vit eru ikki sørt øvundsjúk, tá vit síggja menningina, sum er hend í føroysku ferðavinnuni, og hon eggjar okkum í okkar arbeiði í Grønlandi, sigur hann at enda.