Tað hevur verið stór tilgongd hjá AB við útlendskum spælarum. Nú er ein av teimum, argentinski miðvallarin Franco Burset, farin av landinum aftur. Útlitini fyri spælitíð eru lítil og tí hevur hann valt at royna seg í USA.
- Vit hava í samráð við Franco Burset valt at uppsiga sáttmálan, so hann kann fara til USA at spæla víðari. Vit høvdu fimm spælarar, sum eru uttanfyri norðurlond, og tí vóru útlitini til spælitíð ikki góð, sigur Jonas Dal Andersen, ítróttarstjóri hjá AB, og leggur afturat:
- Vit hava tí í samráð við Franco avgjørt, at uppsiga sáttmálan, so hann kann fara víðari. Hann ynskti ikki, at blíva útleigaður her í Føroyum, men at sleppa til USA, sigur Jonas Dal Andersen.
21 ára gamli Franco Burset náddi sostatt ikki at spæla fyri besta liðið hjá AB í skrásettum dysti.