Europeiska heilivágsstýrið hevur givið Novavax koppingarevninum ímóti covid-19 tummil upp, og í dag hevur ES nevndin góðkent koppingarevnið.
Koppingarevnið frá Noxvax er góðkent til fólk yvir 18 ár.
Harvið kunnu nú fimm koppingarevni brúkast í ES-londunum – og harvið eisini í Føroyum. Koppingarevnini eru frá Pfizer, sum Føroyar hava brúkt burturav, Moderna, AstraZeneca, Janssen og nú eisini Novavax.
Í kanningum hevur Novavax havt effektivitet upp á umleið 90 prosent, men tað er ikki greitt, hvussu væl vaksinan stendur seg ímóti omikron frábrigdinum.
Novavax hevur upplýst, at tey kunnu lata fyrstu skamtarnar av koppingarevninum í januar.











