Jeppe var ikki so leingi í barónasongini, og soleiðis var tað hjá NSÍ í hesi Conference League kappingini.
Fyri einari viku síðani spældi NSÍ HJK úr finska høvuðsstaðnum Helsingfors sundur og saman í Klaksvík, har úrslitið var 4-0 heimasigur.
Tað vakti ans í Finnlandi og í fótbóltsheiminum yvirhøvur, og tað varð undrast og fregnast, um føroyskur liðfótbóltur nú var vorðin so nógv betri enn finskur fótbóltur.
Stóra orsøkin til úrslitið fyri einari viku síðani var, at HJK miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð undirmannað.
Í kvøld fekk NSÍ í finska høvuðsstaðnum øgiliga viðferð frá HJK, sum í vanligari leiktíð vann 4-0, og sum í longdu leiktíðini skoraði eitt mál aftrat og spældi seg víðari í kappingini, meðan leikuturin hjá NSÍ í Europa er av á hesum sinni.
Heilt stóra orsøkin til, at NSÍ fullkomiliga kollsigldi, var, at vongverjin í vinstru Fabian Ness sá beinleiðis reytt kort, tá ið eitt korter var farið. Tað fekk hann fyri á brotsteigarmarkinum at nýta neyðbremsuna.
Tríggjar minuttir seinni legði HJK seg á odda við fínum langskoti, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða, og hvussu tað fór at eydnast NSÍ at verja fyri og avmarka tapið.
Hálvleiksstøðan var 1-0, og tá sá tað ikki so galið út hjá NSÍ. Átta minuttir eftir steðgin var heimaleiðslan økt til 2-0, men kortini kendist møguleikin hjá NSÍ ikki at vera burtur.
Tíðin arbeiddi fyri NSÍ, sum var væl skipað í verjupartinum. Beinanvegin eftir steðgin avloysti Hassou Diaby Michal Przybylski, sum saman við Klæmint A. Olsen í útgangsstøðu var fremsti maður í 4-4-2 uppstilling, og sum varð fluttur aftur á vinstra vongverja, tá ið Fabian Ness varð útvístur.
Ellivu minuttir undan leikloki var NSÍ málverjin óheppin, tá ið hann eftir langskot misti bóltin inn um strikuna. Tað bar við sær, at heimamenninir av álvara tevjaðu blóð. Íslendski dómarin legði fimm minuttir aftrat, og í næstsíðsta minutti eydnaðist tað at skora fjórða málið, og so var neyðugt við longdari leiktíð.
Luturin hjá NSÍ var alla tíðina eftir útvísingina at vera í verjustøðu. Álopsspælið var tað einki av, og tá ið HJK longu tríggjar minuttir í longdu leiktíðini skoraði til 5-0, sá tað út til, at NSÍ møguleikin var burtur.
Heimaliðið legði ikki so nógv fyri í longdu leiktíðini, tá ið støðan var 5-0, og í einstøkum førum royndi NSÍ at spenna álopsbogan. Tað bar tveir heilt góðar HJK møguleikar við sær, men Kristian Joensen bjargaði meistarliga. Brandur Hendriksson Olsen fekk møguleika við beinleiðis frísparki, men bólturin varð sendur í verjugarðin.
NSÍ leikluturin í Europa er av á hesum sinni. Nú snýr tað seg í 11 teimum seinastu umførunum í landskappingini at verja næstfremsta plássið. Fyrsti dysturin eftir summarsteðgin verður sunnudagin 3. august ímóti B68 á Svangaskarði.
HJK Finnland – NSÍ 4-0 (1-0) 5-0 eftir longda leiktíð
1-0: Lucas Lingman 18.
2-0: Alexander Ring 53.
3-0: Santeri Hostikka 79.
4-0: Georgios Antzoulas 90.+4.
5-0: Santeri Hostikka 93.
HJK samantaldur vinnari við 5-4
Dómari: Helgi Mikael Jónasson úr Íslandi
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen (Henrik Osen, 85.), Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski (Hassou Diaby, 46.) – Jasper Van Der Heyden (Beinir Nolsøe, 68.), Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jón Petur Thomsen, Símun Rógvi Hansen, Pætur Hentze, Teitur Knudsen, Benadiktus Olsen, Betuel Hansen, Markus Klein Danielsen, Kevin Jablinski
Gult kort: Kristian Joensen, Hassou Diaby
Reytt kort: Fabian Ness 15. (beinleiðis reytt)
Venjari: Jens Christer Wedeborg