Eftirlitið av tele- og datasamskifti hevur gjørt sítt til, at fleiri møguligar atsóknir í USA og øðrum londum eru blivnar steðgaðar, sigur Keith Alexander, stjóri fyri hernaðarligu amerikansku fregnartænastuni, NSA.
Hann vardi virksemið hjá NSA í einum spurnarumfari í senatinum og segði, at tað er oyðileggjandi fyri amerikansku trygdina, at nakað er likið út um henda partin av virkseminum hjá NSA.
Maðurin, sum lak upplýsingarnar, Edward Snowden, skal framvegis vera staddur í Hong Kong, og í eini samrøðu við avísina South China Morning Post sigur hann, at hann ikki sjálvboðin fer at lata seg útflýggja til USA.
Millum annað hevur verið upp á tal, at Snowden vildi søkja um politiskt friðskjól í Íslandi, og millum annað hevur Wikileaks boðað frá, at 29 ára gamli amerikanarin skal fáa alla neyðuga hjálp til tað.