Runavíkingar eru í kvøld á vitjan í Fuglafirði. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.
NSÍ er framvegis uttan Petur Knudsen, sum hevur meiðslað sær økslina. Hann hevur sitið uttanfyri síðani 1-0 sigur á EB/Steymi í 11. umfari. Glen Ståhl, venjari hjá NSÍ, segði eftir dystin móti HB, at Petur kanska kundi havt spælt, men at NSÍ tekur ongi óráð fyri, tí eitt nú eru Evropa-dystir fyri framman. Hartil er vandi fyri, at brýtur skaðin upp aftur, so skal hann aftur sita uttanfyri í næstan tveir mánaðir.
Ein annar Knudsen, sum ikki sleppur at gera seg galdandi, er Jens Martin Knudsen. Hjálparvenjarin hjá NSÍ hevur leikbann – ella venjarabann – tí hann hevur fingið trý gul kort í hesum kappingarárinum. Hetta er eitt nýtt amboð hjá dómarunum, at revsa bonkin, um teir ikki skikka sær væl. Fyrrverandi landsliðsmálverjin fekk sítt triðja gula kort, tá NSÍ tapti 2-0 á Tórsvølli móti HB.
##med2##
Hinvegin, so er hetta ikki ein heilt óvanlig støða fyri spælararnar hjá NSÍ, tí hjáparvenjarin sat eisini yvir í fjør, eftir at hann bleiv burturvístur í 4-2 sigrinum í Fuglafirði. Um hetta var eitt taktisk gult kort í ár, fyri at sleppa undan at fara til Fuglafjarðar skal verða ósagt.
Ein annar, sum hevur leikbann er Salmundur Bech. Hann hevur fingið fýra gul kort. Bárður J. Hansen og Pætur Hentze eru báðir skaddir, men verða væntandi við um eina viku ella tvær. NSÍ vann heili 5-0 á ÍF fyrr í ár, men lítið bendir á at munurin verður eins stórur í kvøld. ÍF var illa mannað tann dagin, og avrikið hjá liðunum báðum boða frá einum rímiliga jøvnum dysti, har NSÍ er favorittur.
##med3##
Liðtíðindi - NSÍ:
Ikki við: Petur Knudsen (akslaskaði, ógreitt hvussu leingi), Bárður J. Hansen (knæskaði, 1-2 vikur), Pætur Hentze (tjúkkin, 1-2 vikur), Salmundur Bech (leikbann, 4 gul)
Betri deildin 17. umfar:
Hósdagin 6. august:
B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-NSÍ (18.00)
Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-KÍ (19.00)
Fríggjadagin 7. august:
AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1












