Tað er liðugt á Tórsvølli, og tað er greitt, at FM fasittið ikki verður greitt í kvøld.
NSÍ er á veg til hús við einum stigi. Hjá teimum flestu man eitt stig á Tórsvølli ímóti HB vera góðtikið og meiri enn so.
Men tað er ikki undarligt, um teir í NSÍ iðra seg um, at teir ikki hava fulla úrtøku við sær. Tí hóast HB hevði bóltin størra partin av tíðini, so var NSÍ fyri tað mesta ógvuliga sannførandi í verjupartinum, og NSÍ hevði størstu málmøguleikarnar.
Serliga tá ið støðan var 2-1 til NSÍ, hevði NSÍ fleiri góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora málið til 3-1, sum ivaleyst hevði borið fulla úrtøku við sær.
Tá ið FM favorittarnir í HB vóru mest kroystir, vístu teir dygdirnar, sum hava verið við til at borið teir fram til at standa á gáttini til FM heitið.
Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram var tað miðverjin Bartal Wardum, sum setti bóltin í málið.
NSÍ legði seg á odda 1-0 eftir framúr væl og hugflogsríkt álop. Petur Knudsen sneiddi og snaraði kring seg sjálvan, áðrenn hann við hælinum spældi í vinstru til Pætur Turiðarson Skipanes. Og vongverjin í vinstru takkaði fyri, og tað var vorðið sum mál, tá ið hann fyri fyrstu ferð yvirhøvur var málskjútti í bestu deildini.
HB svaraði aftur tríggjar minuttir eftir steðgin. Eftir álop í vinstru varð bólturin lagdur út til Adrian Justinussen, sum á brotsteigarmarkinum og mitt fyri takkaði fyri, tá ið hann flatt smekkaði bóltin framvið Tórða Thomsen í NSÍ málinum.
Og tað var hildið fram við undirhaldinum. Bólturin ferðaðist ofta úr øðrum endanum og í hini, og tað var málskjúttin hjá HB, Adrian Justinussen, sum var so óheppin, at hann í roynd at beina bóltin burtur spældi Klæmint A. Olsen leysan, og toppskjúttin í føroyskum fótbólti takkaði fyri, tá ið hann úr vinstru setti bóltin í málið.
Og so var tað, at Bartal Wardum javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu 13 minuttir.
Síðstu løtuna var NSÍ fleiri ferðir framvið, men tað eydnaðist ikki at skora sigursmálið. Javnleikurin ber við sær, at NSÍ hevur møguleika at vinna silvurkrónurnar. Góður møguleiki at styrkja um støðuna í tí kappingini verður sunnudagin, tá ið KÍ verður gestur í Runavík. Tá verður NSÍ toppskjúttin Petur Knudsen leikbannaður eftir gula kortið, sum hann sá í kvøld.