Formelt er tað ikki avgjørt. Men í veruleikanum er eingin ivi. NSÍ er meistari í 2007. Formliga staðfestingin verður við Løkin annan sunnudag, tá ið VB/Sumba fyri síðstu ferð á hesum sinni fer norður um fjørðin at biðja farvæl til Formuladeildina. Og FM steypið og gullkrónurnar, sum eru optimala 50 ára føðingardagsgávan, sum felagið kundi geva sær sjálvum, verður handað í Klaksvík annan leygardag.
Eftir 25. umfar er neyðugt hjá NSÍ at vinna tvey stig afturat fyri at tryggja sær meistaraskapin, og sjálvandi fer NSÍ at vinna fleiri stig afturat. Kanska seks. Alt annað enn at rokna við tí hevði verið ófólkaligt ímóti væl trimmaða og tilvitaða oddaliðnum.
NSÍ fer at vinna fleiri stig. Men tað kann væl hugsast, at meistaraheitið verður vunnið við stigatalinum, sum er vunnið burturúr 25 teimum fyrstu umførunum.
B36 stórkiksaði á Sandi, og nú er fjarstøðan hjá árstalsfelagnum fram til toppin fimm stig. Vónbrotið er sjálvandi ógvuliga stórt í B36, og tað skal nógv til at endurreisa mentalu styrkina, sum saman við góðu fótbóltsevnunum verður neyðug, um úrtøka skal fáast burturúr stóru avbjóðingunum, ið bíða. Í næstsíðsta umfari skal B36 vitja í Streymnesi, og í síðsta umfari bíðar lokaluppgerð í Gundadali.
Leingi varð tað roknað við, at grannauppgerðin millum B36 og HB skuldi verða ultimativa finalan um FM. Soleiðis verður tað ikki. Eftir at meistaraheitið hevur verið feirað í Gundadali seinastu seks árini, verður FM fagnaðurin nú í Runavík.
B36 og silvurið
Stóri spurningurin er nú, um tað fer at eydnast B36 at halda tørn um silvurkrónurnar. Um einki fæst burturúr í Streymnesi, kann tað gerast alt avgerandi, at full úrtøka fæst burturúr ímóti HB. 2006 meistararnir, sum í løtuni ikki tykjast fara at fáa meiri burturúr hesum kappingarárinum enn silvurkrónurnar í steypakappingini, fara heilt víst ikki at geva grannunum nakað sum helst!
Harvið er møguleiki fyri, at EB/Streymur kann strúka avstað við silvurkrónunum í landskappingini. So verður úrtøkan í landskappingini hjá samansetta liðnum tann sama, sum hon var í fjør. Tá var talan um vónbrot. Hesa ferð verður talan um framúr avrik. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at løgmanssteypið fyrr í summar varð vunnið norður í Sundalagið.
Umframt ímóti B36 á heimavølli í næstsíðsta umfari skal EB/Streymur í síðsta umfari spæla á Sandi.
Sunnudagin staðfestu sandoyingar, at tað ikki verður bara bara hjá EB/Streymi. Fleiri ferðir fyrr í summar hava teir í B71 kent seg at hava marginalirnar ímóti sær á heimavølli. Hesa ferð vendi tað hinvegin.
Stigatalvan sigur, at tað serliga er ímillum tey fýra, sum eru millum fimta og áttanda plássið, at kappingin er tøtt. Eftir 25. umfar er GÍ nummar fimm, og B71 er nummar átta. Ímillum gøtumenn og sandoyingar eru KÍ og Skála. Øll hesi feløgini hava møguleika at vinna fimta plássið, og øll hesi feløgini kunnu enda á áttanda plássi.
Ellivu eru í felagnum
FM heitið, sum NSÍ fer at fáa staðfest annan sunnudag, verður tað fyrsta, sum teir við Løkin hava vunnið. NSÍ hevur bíðað eftir meistaraheitinum síðani 1976, tá ið NSÍ fyrstu ferð royndi seg í fremstu røð og beinanvegin varð sent niður aftur í næstbestu deildina.
Síðani tá hevur NSÍ verið 22 ár í bestu deildini. Eftir fleiri uppflytingar og niðurflytingar, sum bóru ellivu ár í bestu deildini við sær, hevur NSÍ síðani 1997 verið ellivu ár í fremstu røð, áðrenn tað – eingin ivi er um tað! - eydnaðist at vinna FM.
Meistaraheitið ber við sær, at NSÍ verður partur av fína selskapinum, sum hevur FM nálir í reversinum. Nú eru tey ellivu, sum hava vunnið FM, síðani fyrsta kappingin var á skránni í 1942. Hini meistarafeløgini eru HB, KÍ, B36, TB, GÍ, B68, SÍ, ÍF, B71 og VB.










