Noyðist at gjalda fyri ringa íløgu

- Tað eru hvørki Lív ella íløgufelagið Royndin, sum skylda manningini á Topaz pening, men harafturímóti eitt felag hjá Bjarta Mohr. Um felagið hjá honum yvirlivir ella fer á húsagang, veit eingin enn at siga, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag

Topaz

 

Nú íløgufelagið Royndin hjá tryggingarfelagnum Lív hevur gjørt av at gjalda manningini á stóra verksmiðjutrolaranum Topaz hýru og heimferð, hevur Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum eisini hevur verið uppi í hesum máli, nakrar viðmerkingar á síni heimasíðu.

Felagið vísir á, at óhepna málið um sjófólkini, sum onga hýru hava fingið frá reiðaranum Bjarta Mohr í meira enn eitt hálvt ár, tók eina vend, tá fleiri fakfeløg vendu sær til tryggingarfelagið Lív, sum um íløgufelagið Royndina eigur 40% í felagnum hjá Bjarta Mohr.

Fakfeløgini, sum vendu sær til Lív, hildu, at felagið, sum eigur lut í hesum virksemi hjá reiðaranum, hevur eina moralska ábyrgd í hesum máli.

- Loysnin, sum er funnin er, at íløgufelagið hjá Lív, Royndin, hevur átikið sær at gjalda manningini ta løn, sum hon eigur til góðar. Harumframt hevur íløgufelagið eisini átikið sær at gjalda ferðaútreiðslur, so manningin sleppur av skipinum og til hús.

 

Mistur peningur

Á síni heimasíðu vísir FSN á, at hóast íløgufelagið ikki kann vænta sær at fáa peningin aftur, metir eitt nú Føroya Lærarafelag, sum var eitt av fakfeløgunum, ið vendu sær til Lív, at avgerðin um at gjalda hýru og heimferð kortini er røtt.

- Tað er nógv, sum bendir á, at um Royndin ikki tók stig til at gjalda peningin, høvdu fakfeløgini sjálvi goldið manningini løn og ferðaútreiðslur, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

FSN leggur dent á, at tað hvørki er Lív ella Royndin, sum skylda manningini pening, men harafturímóti eitt felag hjá reiðaranum.

- Um felagið hjá Bjarka Mohr yvirlivir ella fer á húsagang, veit eingin enn at siga. At íløgufelagið hjá Lív eigur 40% av partapeninginum í felagnum hjá honum, vigar sjálvandi tungt í hesum máli, skrivar Føroya Skipara-og Navigatørfelag á síni heimasíðu.