Norskur serfrøðingur: Føroyskir alarar eru heimsins bestu

Kendi norski aliserfrøðingurin, Lars Liabø, gav føroyskum laksaalarum toppkarakter, tá hann mikudagin í farnu viku røddi á stóru norsku fiskivinnustevnuni, North Atlantic Seafood Forum, í Oslo. 450 fólk úr øllum heiminum vóru á stevnuni, teirra millum føroyskir alarar og umboð fyri Føroya Banka

Lars Liabø, sum í mong ár hevur rikið greinarafelagið Kontali Analyse, grundaði rósandi orðini á, at lyklatølini hjá føroysku alarunum øll eru sera góð.

Føroyskir alarar forvinna í løtuni flestar krónur fyri hvørt laksasmolt. Teir hava megnað at fingið sonevnda fóðurfaktorin í botn, tvs. teir fáa meira burtur úr minni fóðuri, og talið á deyðum fiski samanborið við tal á útsettum smolti er í Føroyum sera lágt.

Laksurin, ið verður slaktaður í Føroyum, hevur eisini eina vekt, ið er rættiliga høg samanborið við aðrastaðni, vísti norski aliserfrøðingurin á.

 

Bakkafrost legði fram

Á ráðstevnuni hevði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, framløgu um, hvussu føroyskir alarar og myndugleikar hava bast stóra ILA-trupulleikanum, sum at kalla gjørdi av við føroyska laksaaling í 2002 og 2003.

Eftir framløguna fekk Regin Jacobsen nógvar spurningar og viðmerkingar frá útlendskum alarum, ið søgdu seg vera ovfarnar av, at føroyingar so skjótt vóru komnir fyri seg aftur, og at føroyskir alarar nú eru bestir í heiminum at ala laks.

Regin Jacobsen greiddi forvitnu stevnuluttakarunum frá arbeiðinum, ið granskarar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava gjørt saman við føroyskum alarum at basa ILA-sjúkuni. Teir hava funnið útav, hvussu sjúkan smittar, og hvussu alarar á mest effektivan hátt kunnu fyribyrgja smittuni.

Hetta verður gjørt við at brakkleggja firðir millum árgangirnar, hava ein árgang á hvørjum fjørði í senn og annars fylgja veterineru rakstrarreglunum, tá útgerð og fiskur verða flutt. Eisini arbeiða alarar, Havbúnaðarfelagið og myndugleikarnar tætt saman um tiltøkini at basa sjúku.

 

Stórir trupulleikar í Kili

Kilenar dragast í løtuni við ovurstórar trupulleikar av ILA. Kilenski laksaútflutningurin varð fyri heilt fáum árum síðan spáddur at fara at yvirhála tann norska útflutningin, men sjúkutrupulleikar hava nú við sær, at kilenska framleiðslan minkar 50 prosent í 2009.

Norðmenn hava eisini ávísar trupulleikar av sjúku, men ikki so stórar, at tað ávirkar framleiðsluna nevnivert. Norska ramleiðslan veksur væntandi 12 prosent í 2009. Summir norðmenn hava tó nevnt, at norska alivinnan hevur verið meira heppin enn dugnalig ikki at hava verið hart rakt av sjúku. Norðmenn fylgja tí væl við føroyska háttinum at basa sjúku.

Prísurin á laksi á heimsmarknaðinum er hækkaður seinastu mánaðirnar, og hann er í løtuni 29 norskar krónur fyri kilo ella knappar 24 danskar krónur.

Samlaða heimsframleiðslan av sonevnda atlantslaksinum verður væntandi 1,4 milliónir tons í 2009. Av hesum framleiða norðmenn 830.000 tons, kilenar 200.000 tons, bretar 140.000 tons, kanadiumenn 120.000 tons og føroyingar 45.000 tons.

 

--------------