Norskur áleypari til FC Suðuroy

FC Suðuroy boðar á Facebook frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við norskan áleypara

FC Suðuroy boðar á Facebook frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við norska áleyparan Christian G. Njøten. Umframt at spæla við besta liðnum, sum er í 1.deild í ár, so skal hann eisini verða ungdómsvenjari í felagnum.

- Avtala er gjørd fyri komandi kappingarár við 21 ára gamla Christian G. Njøten, sum kemur frá Nordstrand IF. Christian verður eisini partur av venjaratoyminum á gentusíðuni, boðar felagið frá í stuttum skrivi á Facebook.

FC Suðuroy hevur eisini fingið tilgongd av Salmundi Bech, sum í fjør spældi við NSÍ. FC Suðuroy flutti upp úr 2. deild og skal spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.