Norskur fagnaður - danskt vónbrot

Skandinaviska dreymafinalan bleiv ikki veruleiki hesaferð

Tey flestu hondbóltshugaðu í Føroyum høvdu vónað eina norðurlendska HM-finalu millum Noreg og Danmark, men donsku kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar í hálvfinaluni móti Fraklandi.

 

Danmark var á odda 12-10 í steðginum og var á odda stóran part av dystinum, men tær mistu leiðsluna í teimum seinastu minuttunum tá tað koppaði til Fraklands, ið vann 23-22.

 

Noreg vann seg í enn eina endaspælsfinalu við at greitt 27-21 á sponsku vertunum. Spania var væl við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11, men so settu tær norsku øll segl til í seinna hálvleiki og vunnu at enda sannførandi 27-21. Nora Mørk skoraði átta mál, og Kari Bratt­set Dale skoraði sjey mál fyri Noreg. 

 

Sunnudagin klokkan 16.30 verður HM-finalan millum Noreg og Frakland. Noreg er favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tað verður uttan iva ein javnur og spennandi dystur. 

 

Bronsudysturin millum Spania og Danmark byrjar klokkan 13.30 sunnudagin.