Norskur evropameistari reyk út

Fyri tveimum mánaðum síðani vann norska Ingvild Sindal evropameistarakappingina í 100 metra firvaldasvimjing, og hon var tí millum favorittarnar, tá OL-svimjikappingarnar í London byrjaðu fyrrapartin.

 

Men byrjanin gjørdist eitt stórt vónbrot fyri tann 23 ára gamla norska evropameistaran, tí í teirri innleiðandi kappingini var hennara tíð so vánalig, at tað rakk bara til eitt 22. pláss, og harvið endaði hesin parturin av hennara OL-luttøku.

 

-Eg fati hetta ikki. Eg havi ongantíð kent meg so væl undir venjingunum fyrr. Hetta er ræðuligt, segði Ingvild Sindal við norska kringvarpið aftan á kappingina.

 

Tíðin hjá Ingvild Sindal var 59,01 sekund. Amerikanska Dana Vollmer vann við 56,25 sekundum, sum er nýtt olympiskt met.