Allir teir sjey menninir vórðu bjargaðir, tá norska fiskiskipið Ramnfjord fór á land úti fyri Møre og Romsdal tíðliga í morgun. Romndal sigldi á eitt sker í einum øki, sum sambært norsku bjargingartænastuni er tað vandamesta økið fram við norsku strondini.
Bjargingartænastan sigur, at tveir av manningini endaðu á sjónum, og at eitt skip tók teir upp ein tíma seinni. Hinir fimm sluppu upp á eitt sker, haðani ein bjargingartyrla tók teir upp.
Sambært bjargingartænastuni var frískur vindur á leiðini, tá Ramnfjord fór á land. Sum skilst er ikki vandi fyri, at skipið skal søkka.