Norskt ferðalið væl nøgt við Føroyar

Fyrr í hesum mánaðinum var eitt norskt ferðalið á vitjan í Føroyum. Talan var um hálvthundrað eldri fólk frá økinum kring Stavanger, sum við egnum bussi ferðaðust kring um á meginøkinum. Eingin teirra hevur verið í Føroyum áður.

Vit høvdu væntað at koma til eitt land við regni, toku og vindi, siga

tey, men tað var júst øvut. Veðrið var av tí fagrasta allar dagarnar, tey

vóru her.


Tey siga seg vera væl nøgd við túrin. Eitt sera vakurt og áhugavert land,

við sjáldsamari náttúru. Føroyingar eru eitt blítt og fyrikomandi fólk, og at alt er so reint og væl hildið, bæði hús, vegir og annað, halda tey.


Tey bitu merki í, hvussu reinar og væl hildnar kirkjurnar eru, sum tey

vitjaðu: - Føroyingar mugu vera góðir við teirra kirkjur, tá ið teir røkja

tær so væl, siga tey.


Serliga áhugað vóru tey í nýggju kirkjuni í Gøtu og listaverkinum hjá Tróndi

Patursson. Ein sonn frøi at síggja. Eisini ein ferð við Palla Lamhauge undir

Vestmannabjørgini, hugtók teir nógv.


- Hetta verður ikki seinasta ferð vit vitja Føroyar, tí nógv støð eru eftir,

sum vit ikki náddu hendan túrin. Eisini fara vit so avgjørt at ráða øðrum av

landsmonnum okkara til, at vitja hetta sjáldsama landið, siga tey at enda.


sb