Norska felagið Norconsult boðar í dag frá, at tað hevur fingið arbeiðið at gera forprosjekteringina og kappingargrundarlagið til nýggju undirsjóvartunlarnar í Føroyum, Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
Felagið skrivar, at arbeiðið er mett at hava eitt virðið á 42 milliónir norskar krónur. Arbeiðið byrjar í hesum mánaðinum og skal kappingargrundarlagið fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verða liðugt ávikavist juni 2016 og juni 2017.
Norcunsult er ikki eitt ókent felag í Føroyum. Talan er nevniliga um sama felag, ið stóð fyri prosjekteringina av Norðoyar- og Vágatunlinum.