Norski oljugrunnurin mist allan vinningin

Tað stóra fallið á virðisbrævamarknaðunum hevur gjørt, at norski oljugrunnurin hevur mist alt, sum hann hevur forvunnið seinastu 10 árini Á nýggjárinum vóru 10 ár, síðani tann norski Oljugrunnurin bleiv stovnaður, og tá varð fráboðað, at grunnurin hevði forvunnið 302 milliardir norskar krónur við partabrævahandli hesi árini.

Men sambært blaðnum Aftenposten kostaði kreppan á fíggjarmarknaðinum Oljugrunninum 137 milliardir norskar krónur fyrra hálvár í ár, og í juli ársfjórðingi kostaði kursfallið grunninum 175 milliardir norskar krónur afturat.

Sostatt hevur grunnurin mist hvørja einastu krónu, sum hann vann við partabrævahandli tey seinastu 10 árini, skrivar Aftenposten.