Norski frystilínubáturin »Urvåg« tikin

Leygarmorgunin kom »Gormur« á Havnina við norska frystilínubátinum »Urvåg«. Báturin verður nú landaður at vita um hjáveiðan er yvir 30 prosent

Norski frystilínubáturin »Urvåg« verður í løtuni landaður á Havnini, tí Vaktar- og Bjargingartænastan hevur mett at hjáveiðiprosentið er yvir tað loyvda. Vaktarskipið »Gorm« var á Havnini við »Urvåg« leygarmorgunin og farið var beinanvegin undir at landa frystilínubátin.

Klokkan 18.00, tá ið Internetsosialurin hevði Djóna Weihe frá Vaktar- og Bjargingartænastuni í telefonini, vóru teir ikki lidnir at landa »Urvåg«, men Djóni Weihe metti, at tað fór helst at verða seinni í kvøld.


Ov nógv í lastini

Tað gamla hjáveiðiprosentið var 35 prosent, men eftir nýggju fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noregi er hjáveiðuprosentið sett niður á 30 prosent. Hetta er ikki lýst enn, men verður lýst í Kunngerðarblaðnum í hesi vikuni. Eftir metingunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni hevur »Urvåg« helst meiri í lastini av hjáveiði enn bæði 30 og 35 prosent.

Herfyri var eisini annað norsk skip tikið, og tá var roynt at vísa til gamla hjáveiðiprosentið uppá 35 prosent, men tað vann ikki frama, tí í avtaluni millum Føroyar og Noregi er eingin ivi at hjáveiði prosentið er 30 prosent, tó at tað ikki er lýst enn.