Norska Veritas veitari til føroyska oljuvinnu


 

Det Norske Veritas

Føroyska samfelagið hevur altíð livað av og heystað av teimum virðum, sum náttúran hevur givið okkum ? á landi, men fyrst og fremst á sjónum. Ígjøgnum fleiri ættarlið hevur føroyingurin livað við og av tí sum náttúran gav okkum í samanspæli við einum viðbreknum umhvørvi.

Nú tá fyrstu loyvini til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum eru givin, er tað av avgerandi týdningi fyri komandi virksemi, at tær royndir føroyska samfelagið sjálvt hevur, og tær royndir sum grannalond okkara hava ognað sær við bæði leiting og framleiðslu av kolvetnum vera brúktar.

Det Norske Veritas (DNV) er kent fyri sínar royndir og innsats ? serliga í Norðsjónum ? við at menna ymiskar háttir sum skulu tryggja umhvørvi. Saman við norskum myndugleikum hevur DNV lagt til rættis, hvussu bæði oljufeløg og myndugleikar skulu gera eina neyva metan av vandunum sum standast við leiting eftir kolvetnum og hvørja ávirkan frálandavinnan hevur á umhvørvi.

Oljeindustriens Landsforening í Noregi, sum er ein felagsskapur av millum øðrum oljufeløgum, borifeløgum og subsea operatørum, hevur útviklað ein viðurkendan hátt fyri umhvørvisvanda-analysu. Í hesum útviklingi hevði DNV ein týðandi leiklut.

Hóast tað altíð má miðast ímóti heilt at sleppa undan oljulekum tá borað og framleitt verður, og sjálvt um tað í tí meira enn 30 ára gomlu norsku kolvetnissøguni ikki hevur verið nøkur ólukka sum hevur ført við sær oljudálking á landi, eru útrokningar og modellir av oljuspjaðing sjálvsagt neyðugar, fyri at minka um møguligar lekar.

Hvussu nógvur oljutilbúnaður skal vera tøkur? Hvar skal tilbúnaðurin vera fyri at gera skaðan av einum møguligum leka so lítlan sum tilber?

DNV er ein leiðandi stovnur, eisini langt uttanfyri Norðsjógvin, í at gera modelering av oljudálking, gera drivbanaútrokningar og meta um ávirkan á umhvørvi og vandar í samband við leitingarvirksemi, útbyggingar og annað virksemi, og vil kunna vera Føroyskum myndugleikum til hjálpar við einastandandi kunnleika og amboðum.

Alex Buvik sum starvast í Oljufyrisitingini er fegin um samarbeiði við DNV:

? DNV hevur givið Oljufyrisitingini ráðgevandi stuðul í sambandi við at gera uppskot til og seta á stovn Kunngerðir og analysur av havanleggum og teirra virksemi. Hesar kunngerðir og analysur samsvara krøvunum í DNV reglunum.

DNV hevur havt egna skrivstovu í Tórshavn síðan 1968. Í dag starvast á skrivstovuni fimm fólk, og høvuðsuppgávan er at sýna skip. Íalt eru sjey føroyingar við verkfrøðiligari útbúgving í starvi hjá DNV, 3 í Føroyum, 2 í Danmark, 1 í Singapore og 1 í Houston.

? Eg eri stoltur av at leiða skrivstovuna í Tórshavn, við starvsfólkum sum hava góðan førleika, sigur Andrass Joensen.

? Samstundis veit eg, at eg kann gera brúk av teimum drúgvu royndunum sum DNV hevur og av førleikanum hjá starvsfólkunum á meira enn 300 skrivstovum hjá DNV í meira enn 100 øðrum londum.