Noreg
Norska fiskivinnan er ovfarin av, at Nigeria í byrjanini av hesum árinum er størsti keypari av norskari sild.
Sambært norskum hagtølum hevur afrikanska landið keypt so nógva sild úr Noregi bara í eina viku, at einki land hevur keypt størri nøgdir enn Nigeria.
Av samlaðu søluni av frystari sild úr Noregi higartil í ár hevur Nigeria nevniliga keypt helmingin ella tilsamans 6.213 tons.
Fyri frystu sildina hevur Nigeria goldið 2,77 krónur fyri kilo, og soleiðis hevur norska útflutningsvirðið av frystari sild til afrikanska landið verið meira enn 17 miljónir krónur – bara eftir einari viku.
Tað er serliga tann smáa sildin, sum Nigeria keypir úr Noregi.









