Tað hevur elvt til stóra misnøgd á Seydisfirði, at Smyril Line og kommunan Fjarðarbyggð eru farin at tosa um møguleikan fyri, at Norrøna kann sigla til Eskifjørð ístaðin fyri Seydisfjørð.
Á Seydisfirði eru tey misnøgd við, at grannakommunan er farin at tosa við Smyil Line um siglingina. Tey vilja vera við, at framferðin hjá grannakommununi er í stríð við viðtøkurnar hjá kommunufelagnum á Eysturlandinum, sum siga, at ferðamannaskip skulu brúka havnina á Seydisfirði ella havnina í Djúpavogi. Kommunustýrið á Seydisfirði hevur biðið kommunufelagið um fund um málið.
Á Seydisfirði hava tey eisini róð uppundir, at tað var grannakommunan, sum tók upp samband við føroyska reiðaríið um at fáa Norrønu til Eskifjarðar, men tað avsannaði borgarstjórin í Fjarðarbyggð, Björgvin Guðmundsson, í samrøðu við íslendska ríkisútvarpið í gjár. Tað sama sigur stjórin í Smyril Line, Rúni V. Poulsen, við útvarpið.
-Tá vit vóru komin eftir, at bilar, bussar og farmabilar høvdu trupulleikar við at sleppa av Seydisfirði niðan á Fjarðarheiðina á ein tryggan hátt, tosaðu vit í leiðsluni um, hvat gerast kundi. Úrslitið varð, at vit settu okkum í samband við Fjarðarbyggð fyri at vita, um nakar møguleiki er har, og um áhugi var fyri samstarvi í framtíðini, sigur Rúni V. Poulsen við ríkisútvarpið.
Siglingin hjá Norrønu hevur stóran týdning fyri Seydisfjørð. Í minsta lagi 12 heilársstørv eru knýtt at siglingini umframt fleiri avleidd arbeiðspláss innan handil og gisting, og um summarið hava umleið 50 fólk samband við siglingina, sigur RÚV.










