Norrøni lagnudagurin 20. februar 1472

Virgar Dalsgaard
----

Henda sorgardag blivu teir norrønu oyggjabólkarnir, Het­land og Orkney-oyggj­arnar endaliga innlimaðar í tað skotska Ríkið sum bretskt skattaøki. Trý ár frammanundan var prin­sessa Margreta, sum var dóttir tann danska kongin Christian tann Fyrsta blivin gift við tí skotska konginum Jákupi tí Triðja. Christian skuldi, sum siður var, betala Jákupi kongi heimanfylgju (meðgift) ...afturvið dóttrini. Men við tað, at Christian, sum so nógvir danskir kongar var í kroniskari penganeyð, valdi hann at pantseta teir norrønu oyggjabólkarnar til tann skotska kongin.
Men tá ið terminin fyri innloysing av pantinum kom í 1472, var Christian framvegis akkurát líka insolventur, og tessvegna tók Jákup yvir­vald­ið á teimum norrønu oyggja-bólkunum. Christian Fyrsti var eitt oyðiland, og tað einasta góða, sum spurd­ist burtur úr hansara stjórnartíð var, at hann í 1479 bygdi kjøpinhavnarum eitt universitet, sum var eitt av teimum fyrstu í Norður­europa.
Tá ið Christian fann uppá sína ólukkuligu pantseting, tosaðu fólk í Hetlandi og Orkney- oyggjunum enn eitt norrønt mál, sum líkt­ist nógv føroyskum, burtur­sæð frá dialektalum muni og nakað øðrvísi úttalu. Men so skjótt sum skotar og aðrir bretar høvdu fing­ið yvirvaldið á teimum norrønu landslutunum, fóru teir undir eina eirinda­leysa og sjáldsama bru­tala ANGLI­SERING av íbúgv­ar­un­um.
Bretar og bretska vald­ið brúktu bæði mál-for­boð og deportatión (tvingsuls­flyting) móti teimum fólk­um, sum andøvdu ímóti eingilsk­um máli og skotskari mentan. Vit kundu væl havt fingið somu lagnu, sum hesir illa viðfarnu fólkabólkar. Tann eingilska framferðin og tann skotski atburðurin í hesum landaøkjum er ein ræðulig og óavvaskilig skomm fyri tað bretska imperiið.
Serliga fúlt bóru teir seg at so seint sum í 17. øld undir tí náðileysa sir PATRICK , tá ið hetlendingar blivu beinleiðis píndir og revsaðir fyri sína norrønu tungu, medan adrir vórdu tvangsflyttir til tad skotska hálandid, tí teir ikki vildu tosa eingilskt.
Søgan dokumenterar týðu­liga tað faktum, sum javn­aðarhøvdingurin Petur Mohr Dam so javnan og trú­liga argumenteraði við, at meðan tað harðrenda skotskt/eingilska valdið var MÁL­TÝNANDI, var tann lagaliga og milda danska umsitingin MÀL-VARDVEITANDI, og tað er akkurát øvugt av tí, sum okkara einoygdu national­istar plaga at prædika og postulera.
Hesum áttu føroyskir loysingarmenn onkuntíð at filosofera eitt sindur um, hvis teir fingu eina reflekterandi løtu ella eitt politiskt edrúiligt skotbrá í øllum tí paranoida nationalromantiska orða­skvaldrinum. Og so vága nakrir "søguligir analfabetar" sær at kalla okkum "kúgaðar" av danskari imperialismu. Tað er beinleiðis komiskt , tá ið samanborið verður við, hvussu virkulig imperium tíggjaðu sær og reelt KÚG­ADU.
Danska Ríkið var okkum ein robust kulturell lívd, sum vit málsliga krokaðu aft­anfyri, tí danska umsitingin ongantíð kravdi, at vit skuldu halda uppat við føroyskum máli í gerandislívinum. Hetta gloyma loysingar, tá ið teir gorra sítt fanatiska og ógrundaða hat móti Dan­mark.