Norrøna fekk black-out í Norðsjónum

Í gjár kom Norrøna í illveður ímillum Norra og Hetland. Úrslitið var, at Norrøna fekk blackout og maskinan steðgaði Av Smyril Line verður sagt, at backupskipanin fór í gongd, og ljós og maskina kom í gongd aftur.

Ímeðan blackout var, rullaði skipið illa og umframt at stabilisatorurin fekk skaða, fingu eisini treylarar og bilar skaða.

Veðrið á leiðini er batnandi, og í skrivandi løtu er Norrøna ávegis til Hetlands og síðan væntandi til Føroyar.

Tamarhald er á støðuni, og ferðafólk og manning hava tað gott. 244 ferðafólk og 81 manning eru við Norrønu hendan túrin úr Bergen.

Meira verður at frætta so skjótt sum nýtt fyriliggur.