Noriega verður sendur heimaftur

Manuel Noriega, sum var einaræðisharri í Panama frá 1983 til 1989, verður nú sendur heim, tí myndugleikarnir har vilja hava hann í rættin fyri brotsverk tey árini, hann stýrdi landinum við harðari hond.

Eftir at hava sitið 17 ár í amerikonskum fongslum varð Noriega útflýggjaður Fraklandi í apríl í fjør. Har fekk hann sjey ára fongsul fyri at hava brúkt franskar bankar til fíggjarsvik. Herfyri bað stjórnin í Panama um at fáa gamla einaræðisharran útflýggjaðan. Tað hevur Frakland játtað, og amerikanska stjórnin hevur góðkent avgerðina, skrivar AFP.

Í Panama hevur Noriega fingið ein fráverudóm upp á 20 ára fongsul fyri brot á mannarættindini.