Ofta verður havt á munni, at ov lítið verður fyriskipað fyri eldri fólk og at tey hava ov fá tilboð. Altjóða eldraárið er ein liður í at bøta um hetta, og síðani eldraárið í Føroyum varð sett fyrr í vár, hava nógvir spurningar viðvíkjandi teim eldru og gomlu verið umrøddir úti um landið og í fjølmiðlunum.
Nú fáa eldri føroyingar tilboð um at sleppa til Noregs ein túr í summar. Ferðin er komin í lag í sambandi við eldraárið.
- Endamálið við ferðini er at bjóða eldri fólki eina broyting frá gerandisdegnum, at bjóða teimum eitt tilboð, har tey kunnu vera saman um nakað, og eydnast tiltakið væl, er hugsandi, at fleiri líknandi ferðir verða fyriskipaðar um árið, sigur Bartal Kass, formaður í nevndini, sum hevur fyrireikað almenna eldraárið í Føroyum.
Umfatandi skrá
Ferðin verður - treytað av nóg góðari undirtøku - frá 9. til 18. august. Farið verður av Havnini við Norrønu, og øll, sum melda seg til, hittast umborð, har heilsað verður uppá hvønn annan.
Komin til Bergen, verður farið við bussi til Halhjelm og haðani siglt til Sandvikvåg. Síðani verður koyrt til Skjersholmane og víðari við ferju til Valevåg og síðani beinleiðis til Haugesund. Har verður skipað fyri lítlari útferð til Haraldshaugen, har Harald Hárfagri sambært søgn varð jarðaður. Á grøvini stendur ein 17 metra langur obiliskur úr granit umgyrdur av 29 minni steinum, sum mynda ein stein fyri hvørt fylki, ið Haraldur savnaði til eitt ríki.
Í Haugesund verður gist á hotelli á tvíkømrum.
Skrá er løgd fyri allar dagarmar, og hon er rættiliga fjølbroytt. Umframt skránna verður skipað fyri øðrum, ið ikki er lýst enn. Til dømis verður farið til oljuhøvuðsstaðin í Noregi, Stavanger, har ferðalagið gistir. Á leiðini verður steðgað við Ulstein klostur, ið er eitt av best varðveittu kleystrum í Noregi frá miðøldini.
Vitjað verður eisini í Kristiansand, har gist verður í tríggjar nætur. Býurin er kendur fyri at hava serliga nógv áhugavert sum hevur við sjógvin at gera. Eftir Kristiansand gongur leiðin til vakra Setesdalin. Onnur áhugaverd ferðamál eru á skránni á góða viku longu ferðini til Noregs.
Prísur fyri hvønn ferðandi er 5.695 krónur. Íroknað er ferðin við Norrønu aftur og fram í fýra koyggjukamari við wc, baði, gisting á hotellum í tvíkamari við morgunmati og døgverða og buffet, bussur og føroyskur ferðaleiðari.
Fólk kunnu tekna seg hjá Bussferðum við Hilduri J. Joensen á tld. 313161 ella á 284650.










