Tað var, meðan vinkonurnar, Evy Varne og Ann Sophie Vagle, gingu sær ein túr við hundum sínum í norsku kommununi, Klepp í Rogalandi, at tær sóu ein merkiligan skapning liggja deyðan á sandinum.
Sjálvar rópa tær tað, tær funnu, ein ál, og tað vóru hundarnir, sum komu fram á skapningin.
Báðar eru tær uppvaksnar í Klepp og hava hoyrt søgur um hin merkiliga álin, sum skal vera rættiliga trølsligur og óunniligur á at líta.
Søgan um álin í ánni, sum gongur fram við Borestrondini, er borin munn av munni, og fólk hava sagt: "Ansið eftir tykkum, tí í ánni býr álurin við øllum tonnunum..."
Báðar eru Evy Varne og Ann Sophie Vagle samdar um, at tú trýrt ikki slíkum søgum, fyrr enn tú sært, hvat tað er, sum sipað verður til, og tað sóu tær henda dagin á strondini.
##med2##
- Eg havi latið hundin svomið í ánni uttan at hugsa um tað, sigur onnur av vinkonunum við norskar miðlar.
Merkiligi skapningurin, sum tær sóu á strondini henda dagin, er ikki ein álur, men eitt ryggleyst fiskaslag, á norskum rópt havniøye. Professarin í lívfrøði, Asbjørn Vøllestad, sum starvast við Universitetið í Oslo, váttar, at talan er um hetta fiskaslag.
Óunniligi fiskurin, sum myndin oman fyri vísir, kann gerast upp til ein metur langur og kann viga eini fimm pund. Sambært Wikipedia livir havniøye - ella petromyzon marinus - av blóði og kropsvætu frá øðrum fiskasløgum, sum løgni ryggleysi fiskurin sýgur seg fastan í.
Á donskum kallast fiskurin eftir øllum at døma havlampret, og hyggur tú í www.sprotin.fo, hvat havlampret kallast á føroyskum, sært tú nøvnini "súgvari", "súgari" og "nígginieygað".
Á google.com stendur, at fiskurin eisini verður róptur "vampyrfiskur".