28 ára gamli, Martin Leon Værø, leyp í havið fyri at fáa eina mynd av sær sjálvum og kalvanum, sum vigaði 540 pund og var næstan tríggjar metrar langur. Tá vóru teir umleið 14 fjórðingar úr landi.

Noreg: Læt seg avmynda saman við risakalva

- Leyp eg ikki í havið, og myndirnar vórðu tiknar saman við kalvanum, hevði eingin trúð mær, sigur útróðrarmaðurin.

28 ára gamli, Martin Leon Værø, leyp í havið fyri at fáa eina mynd av sær sjálvum og kalvanum, sum vigaði 540 pund og var næstan tríggjar metrar langur. Tá vóru teir umleið 14 fjórðingar úr landi.

Norski útróðrarmaðurin, 28 ára gamli, Martin Leon Værø, fekk ein velduga stóran kalva á, tá hann herfyri var til fiskiskap út fyri Tromsø í Noregi.

 

Í Noreg er skipanin hon, at kalvi, sum vigar meira enn 100 kilo og er longri enn tveir metrar, skal sleppast avstað aftur livandi.

 

Hetta meta norðmenn vera týdningarmikið fyri kalvastovnin. 

 

Kalvin, sum Martin Leon fekk henda dagin, var næstan tríggjar metrar langur og vigaði 280 kilo - ella heili 560 pund. 

 

Sjálvur sigur útróðrarmaðurin, at freistingin gjørdist ov stór. Hevði hann ikki tikið myndina, hevði eingin trúð, at hann yvirhøvur hevði fingið henda kalvan.

 

- Áðrenn eg slepti kalvanum avstað aftur, noyddist eg at leypa í havið, soleiðis at myndin kundi vera tikin, sigur útróðrarmaðurin.

 

Neyvar reglur eru galdandi í Noregi um kalvaveiði, og tí var einki at gera hjá tí 28 ára gamla. Men, myndina vildi hann gjarna hava, tó at hann á báti altíð setir trygdina í fremstu røð.

- Eg vil meta, at hesin kalvin er umleið 50 ára gamal. 

 

Martin Leon Værø er sjálvur 190 sentimetrar langur, og tí kunnu fólk, sum síggja myndina, meta um, hvussu stórur kalvin er, sum hann fekk á báti henda dagin. 

 

- Eg kundi saktans kropið inn í kjaftin á honum, sigur hann brosandi.

 

##med2##

 

Sum útróðrarmaður er hetta ikki fyrstu ferð, at hann fær ein stóran kalva, men hetta er fyrstu ferð, ásannar hann, at hann er lopin í havið, og at mynd er tikin av honum og fonginum.

 

- Veðrið er ofta ólagaligt á útróðri, og tí ber sjáldan til at leypa í havið, soleiðis sum eg gjørdi henda dagin, sigur Martin Leon Værø.

 

Hann og vinmaðurin, sum tók myndirnar og livandi upptøkurnar, vóru umleið 14 fjórðingar úr landi, tá Martin Leon Værø fekk kalvan, og myndirnar vórðu tiknar.

 

Kelda til henda greinastubban er Verdens Gang.

 

 

 

 

 

28 ára gamli, Martin Leon Værø, leyp í havið fyri at fáa eina mynd av sær sjálvum og kalvanum, sum vigaði 540 pund og var næstan tríggjar metrar langur. Tá vóru teir umleið 14 fjórðingar úr landi.

Hetta er ein hampiligur fiskur, má sigast.