Norðurlendskt kortsamstarv

Mikudagin varð á norðurlendskum fundi í Nuuk undirskrivað nýggj norðurlendsk samstarvsavtala um kort og grundskráir.

Mikudagin varð á norðurlendskum fundi í Nuuk undirskrivað nýggj norðurlendsk samstarvsavtala um kort og grundskráir, sum er gjørd millum teir stovnar, sum varða av kortgerð og grundskráum.

Avtalan fevnir hon um samstarv um kortgerð, matrikul, tinglýsing og annars alt tað tekniska grundarlagið undir kortgerðini. Somuleiðis er tekniskt samstarv og samstarv um standardiseringar av ymiskum slag eisini fevnt av avtaluni.

Kort og grundskráir hava stóran samfelagsligan týdning, men fakøkini eru heldur lítil, og tí er altjóða samstarv av sera stórum týdningi, serliga fyri eitt lítið land sum Føroyar, sigur Umhvørvisstovan.

Norðurlendska samstarvið á hesum øki er fyrimyndarligt, og tað kann eitt nú fáa stóran týdning í samband við ætlaninar um at talgilda almennu fyrisitingina í Føroyum.

Somuleiðis hevur ST raðfest økið, og tí heldur Umhvørvisstovan tað vera týdningarmikið, at Føroyar ikki gerast eftirbátur á økinum.